250.000 krónur til umhvørvistiltøk

Fjórðings millión til umhvørvistiltøk. Hetta er upphæddin, sum einstaklingar og virki í Tórshavnar kommunu kunnu søkja um at fáa lut í.

Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku 2. – 9. mai 2015. Og í sambandi við umhvørvisvikuna letur kommunan 250.000 krónur í stuðli til tiltøk, sum eitt nú fyribyrgja dálking, spara orku ella verja djóra- og plantulívið í Tórshavnar kommunu.

Freistin at lata inn umsókn er 1. apríl 2015.

Til ber at taka niður umsóknarblað og lesa reglugerðina á torshavn.fo/umhvorvi

Tilsøgn um stuðul verður latin Í Umhvørvisvikuni.

Stuðul verður latin verkætlanum, sum menna vitanina um umhvørvi, avmarka ella fyribyrgja dálking, virka orku- og tilfeingissparandi, kunna almenningin um umhvørvið ella verja landsløg, djóra- og/ella plantusløg.

Eru spurningar ber til at venda sær til Snarskivuna, telefon 30 20 10.