280 luttakarar á Fakfagnaðinum

Í morgin er fakfagnaðurin, sum Aktións- og upplýsingargrunnurin hjá Føroya Pedagogfelag skipar fyri, á Hotel Føroyum, og áhugin at luttaka er stórur. 280 luttakarar hava teknað seg, tá verkstovuhaldarar og umboð felagsins eisini eru tald við.

Fakfagnaðurin hevur í ár heitið “Námsfrøði í verki”, og og tilsamans verða 14 verkstovur. Umframt hesar verður ein spennandi gestarøðari við, tað er er løgfrøðingurin Tine Maj Holm, sum seinastu 10 árini hevur verið konsulentur hjá danska SL (Socialpædagogerne i Danmark), og fer hon at hava eina framløgu um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Hon hevur eisini framløgu á almenna fundinum um arbeiðsumhvørvi og fakligheit, sum Pedagogfelagið skipar fyri á Hotel Føroyum í annaðkvøld.

Fakfagnaðurin byrjar við morgunmati klokkan 8 hósmorgunin og endar klokkan 15.30.

Heitt verður á luttakararnar um at koma til tíðina, tí byrjað verður stundusliga kl 9.00, tá fyrireikararnir bjóða vælkomin, og Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, setir fakfagnaðin, áðrenn Tine Maj sleppur fram at halda sín fyrilestur.

Faldari er gjørdur, sum lýsir fakfagnaðin, og kann hann lesast her, men gev gætur, at tíðarfestingin fyri, nær verkstovurnar byrja, er broytt, soleiðis at fyrsta verkstovan byrjar klokkan 10.45.