AB bjargaði HB

(mynd: Ólavur Frederiksen, Faroe Photo)

B36 vann 2-1 á HB í Gundadali í einum dysti, ið HB ikki hevði ráð til at tapa. Men fyri teir reyð/svørtu gjørdist ikki verri enn eitt vist, tí AB vann móti argasta kappingarneytanum hjá HB í Klaksvík.

AB helt góða løtuformin við einum 1-3 sigri móti KÍ, ið ikki megnaði at halda góðu gongdini, sum hevur verið seinastu tíðina.

B36 fór til hálvleik við eini tvey mál leiðslu, og HB spældi ein betri seinna hálvleik enn fyrra, men kláraðu tó einki at gera við verandi og komandi føroyameistararnar.

Tað var Andrias H. Eriksen, ið legði B36 á odda eftir 10 minuttir. Høgni Eysturoy økti um munin beint fyri hálvleik. Í 62. minutti blandaði HB seg veruliga aftur inn í dystin, tá Rógvi S. Holm oyðilegði góða statistikkin hjá Tóra Thomsen í B36 málinum, tá hann fyrstu ferð í 560 minuttir mátti taka bóltin úr egnum neti.

Hóast fyrrverandi KÍ’arin og KÍ venjarin Eyðun Klakstein gav sínum fyrrverandi liði KÍ møguleikan at spæla seg inn í evropeiska hitan, so tók KÍ ikki av.

Eitt væl spælandi AB vísti, at liðið ikki longur er favotittur at flyta niður saman við EB/Streymi.

Rógvi Poulsen legði AB á odda um 20 minuttir inni í dystinum, fyrrverandi HB stjørnuskoti Kristin R. Mouritsen økti um munin, tá hálvur tími var spældur.

Eftir ein tíma fingu klaksvíkingar eina vón, tá Kenan Hajdarovic fekk fatur á einum returbólti og minkaði munin til 1-2. Men tað varðaði ikki leingi, so hevði Kristin R. Mouritsen skotið enn eitt mál til enda úrslitið 1-3.

Stigatalvan

  1. B36 54 stig*
  2. NSÍ 46 stig*
  3. Víkingur 44 stig*
  4. HB 36 stig*
  5. KÍ 34 stig
  6. TB 23 stig
  7. ÍF 24 stig
  8. AB 19 stig*
  9. FC Suðuroy 16 stig
  10. EB/Streymur 7 stig* hava spælt ein dyst fleiri enn hini