Aksel verður løgmaður og Tjóðveldi fær fíggjarmál

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru komin á mál við málsøkjabýtinum skrivar Norðlýsið í nátt.

Norðlýsið hevur fingið  váttan fyri at Aksel verður løgmaður, Tjóðveldi skal umsita fíggjarmál og Framsókn Vinnumál.

Norðlýsið skrivr somuleiðis, at væntandi fær Tjóðveldi Fiskivinnumál. Men hesi tíðindini eru tó ikki váttaði.

Talan verður um sjey landsstýrisfólk, har Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa hvør síni trý og Framsókn fær eitt, skrivar Norðlýsið.

Einasta navnið, ið er sett á landsstýrisfólk er at Aksel verður løgmaður. Men sannlíkt er, at Kristina Háfoss verður fíggjarmálaráðharri. Hvør kemur at umboða Framsókn í Vinnumálum eru truplari at gita um. Men í og við at flokkurin einans fær eitt landsstýrisfólk, er hugsandi at Poul Michelsen verður Løgtingsformaður.