Alice í undurlandinum Føroyar

Stóra samrøðugreinin við Alice Mortensen í Dimmalætting.

Dimmalætting hevur aftur í dag eina áhugaverda samrøðugrein við ein føroying av øðrum uppruna. Síðsta vikuskifti var Martin Sirkovsky, sum í eini samrøðu við Dimmu lýsti tær avbjóðingar, ið útlendingar møta, tá teir búseta seg í Føroyum. Hesa ferð er tað Alice Mortensen, ið er ættað úr Fílabeinsstrondini, sum kemur til orðanna.

Undir yvirskriftini “Torført at koma tætt inn at føroyingum” lýsur Alice gjølla nakrar av teimum royndum, ið hon hevur gjørt sær hesi síðstu 10 árini, síðani hon sum vælútbúgvin flutti til Føroya at búgva. Alice er fødd á Fílabeinsstrondini, men búði hon einans í nýggju ár har, síðani hevur hon búð í Fraklandi og Onglandi, áðrenn hon flutti til Føroya.

Eins og Martin vísur Alice í greinini á málið og manglandi møguleikarnar fyri skjótt at læra føroyskt sum eina tí størstu forðingina fyri eini væl eydnaðari integratión av útlendingum. Føroyingar eru torførir at koma tætt at, heldur hon.

“Tú mást ikki koma ov nær av onkrari orsøk” sigur Alice í Dimmalæltting. “Kanska er tað smædni, kanska er tað vantandi málsligur førleiki hjá øðrum. Í øllum førum havi eg stundum merkt tað soleiðis, at fólk hava tikið avstand. Tá eg fleiri ár seinni havi gjørt tey varug við, at tey vildu ikki tosa við meg í byrjanini, siga tey orsøkina vera væntandi málkunnleikin í enskum.”

Alice býr í Tórshavn saman við manninum og teirra tvíburðarbørnum. Høgni Heinesen hevur vegna Dimmalætting tikið vøkru myndirnar av havnardámuni Alice, hennara tvíburðum og vetrarlandinum Føroyar. Lesið alla tí áhugaverdu samrøðuna í Dimmalætting, sum kann bíleggjast umvegis teirra heimasíðu.