Baraa vann fyrsta umfar

Baraa Qadoura vann fyrsta umfarið av X-Factor í ár, men longu vikuan eftir lá hann á einum triðjættasta plássi, og var sostatt við at enda í vandabólkinum longu tá.

Vikuna eftir var endaði Baraa í vandabólkinum við nógv færri atkvøðum enn hin í vandabólkinum, ið var annar av teimu eldru luttakunum Sophia. Baraa hevði 33.242 atkvøður, meðan Sophia hevði 44.104 atkvøður. Her var tað Blackman, ið gjørdist tungan á vágskálini.

Eisini í fjórða liveshowið endaði Baraa á síðsta plássi við 46.545 móti Tannaz Hakami, ið hevði 47.471 atkvøður. Her valdi Remee at senda Tannaz heim.

Tá Baraa fyri triðju ferð endaði í vandabólkinum við kvøldsins lægsta talið av atkvøðum 59.747, hesaferð ímóti Ivarsson, Bang & Neumann 61.843, so varð hann sendur heim í fimta umfari. Vert er at leggja tilmerkis, at Baraa næstan eins væl kundi møtt hinum bólkinum hjá Blachman í vandabólkinum hetta kvøldið, tí einans 147 atkvøður vóru á muni millum Ivarsson, Bang & Neumann og Citybois hetta kvøldið.

Les eisini: Jógvan var tryggur allan vegin

Atkvøður í X Factor 2015

Sjeynda liveshow/finalan: Atkvøður bæði umfør 723.451

Fyrsta atkvøðuumfar: Tilsamans 376.497 atkvøður
Emilie Esther 192.616
Jógvan 103.152
Ivarsson, Bang & Neumann 80.729 (eingin vandabólkur, atkvødd heim av hyggjarunum)

Annað atkvøðuumfar: Tilsamans 346.954 (herav 90 ógyldigar)
Emilie 207.460 (59,8 %)
Jógvan 139.404 (40,2 %)

Sætta liveshow/semifinalan: Tilsamans 410.944 atkvøður
Emilie Esther 134.077
Jógvan 105.493
Ivarsson, Bang & Neumann 91.113
Citybois 80.261 (eingin vandabólkur, atkvødd heim av hyggjarunum)

Fimta liveshow: Tilsamans 333.093 atkvøður
Emilie Esther 80.013
Jógvan 69.500
Citybois 61.990
Ivarsson, Bang & Neumann 61.843 (í vandabólkinum)
Baraa Qadoura 59.747 (í vandabólkinum, atkvøddur heim av dómarunum)

Fjórða liveshow: Tilsamans 324.532 atkvøður
Emilie Esther 67.611
Ivarsson, Bang & Neumann 55.820
Citybois 54.305
Jógvan 52.780
Tannaz Hakami 47.471 (í vandabólkinum, atkvødd heim av dómarunum)
Baraa Qadoura 46.545 (í vandabólkinum)

Triðja liveshow: Tilsamans 349.299 atkvøður
Emilie Esther 65.655
Citybois 54.836
Ivarsson, Bang & Neumann 52.619
Jógvan 50.153
Tannaz Hakami 48.690
Sophia 44.104 (í vandabólkinum, atkvødd heim av dómarunum)
Baraa Qadoura 33.242 (í vandabólkinum)

Annað liveshow: Tilsamans 383.780 atkvøður
Citybois 62.756
Jógvan 59.779
Emilie Esther 56.592
Sophia 49.605
Ivarsson, Bang & Neumann 45.529
Baraa Qadoura 43.063
Tannaz Hakami 38.447 (i farezonen)
Finn & Rie 28.009 (í vandabólkinum, atkvødd heim av dómarunum)

Fyrsta liveshow: Tilsamans 338.931 atkvøður
Baraa Qadoura 50.599
Emilie Esther 46.306
Sophia 44.901
Ivarsson, Bang & Neumann 44.881
Citybois 41.999
Tannaz Hakami 37.340
Finn & Rie 26.486
Jógvan 24.886 (í vandabólkinum)
Nanni 21.533 (í vandabólkinum, atkvødd heim av dómarunum)