Bergun Kass verður valevni fyri Framsókn

Framsókn skal boða frá, at 55 ára gamla Bergun Kass verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.

 

Bergun, ið hevur drúgvar royndir úr fíggjarheiminum og við fyrisiting, sær Framsókn sum ein pall, við sunnum og frískum stríðsanda, til framtíðar avbjóðingar fyri land og fólk.

 

-Eg havi hjartað fyri bleytu virðunum og síggi ta almennu avbjóðingina sum átroðkandi. Vit skulu stuðla undir búskaparligan vøkstur og rationalisera í almenna geiranum, við atliti til meirinntøku og við atliti til vælferð.

 

-Í tilgongdini til sjálvbjargni, skal ljóskastarin setast á viðkomandi politiskt arbeiði: Fyrireika, taka skilagóð tøk og atlit, sum í størstan mun tryggja burðardygd og geva fólkinum tryggleika um sjálvbjargni.

 

-Margfeldni er lyklaorðið – í fólkaaldri, í arbeiði, í vinnu, í útbúgvingartilboðum, í førleikum, í áhuga, í frítíðarvirksemi, í bústøðum. Ja, í øllum lívi og levnaði.

 

, har man ynskir eina sosialt betur skattagsbrs eg minnist. Men Framsri kvinnur tora at bj Framsókn hevur tíðarandan, framfýsni og virðini við sær, sigur Bergun Kass at enda.