Betri pensjón met úrslit, meðan príslækking enn kemur tryggingartakaranum til góðar

Ársfrásagnirnar fyri 2014 hjá Betri penjsón P/F og Tryggingarfelagnum Føroyum P/F vísa, at úrslitið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum gjørdist 7 mió. kr. eftir skatt, meðan avlopið hjá Betri pensjón P/F var 4 mió. kr. eftir skatt.

Besta úrslit nakrantíð og øktan marknaðarlut
Lívstryggingar- og pensjónsvirksemið í Betri pensjón hevði besta úrslit nakrantíð í 2014. Felagið hevði 4 mió. kr. eftir skatt í avlopi í mun til 0,1 mió. kr árið fyri. Samlaða talið av kundum er nú komið uppá 14.700, og marknaðarluturin er nú umleið 20%.

Regin Hammer, nevndarformaður í Betri pensjón, er væl nøgdur við ársúrslitið. “Vit fegnast um, at Betri pensjón eftir einans góðum 7 árum á marknaðinum kann vísa á met góð úrslit. Eisini er tað hugaligt, at marknaðarluturin hjá Betri pensjón framvegis veksur. Ein marknaðarlutur, sum vit ætla skal vaksa enn meira.”

Samlaða avkastið av partabrøvum í 2014 var heili 14,6%, meðan avkastið av lánsbrøvum var 2,6%. Øll íløguprógvini, sum Betri pensjón nýtir, góvu vinning í 2014.

Góða skipanin fyri fakfeløg, har tey kunnu fáa afturbering í mun til skaðagongdina, hevur víst sínar fyrimunir soleiðis, at hesi hava fingið ein stóran part av tryggingargjaldinum afturborið. Hesin peningur er brúktur til at lækka tryggingargjaldið hjá limunum við nærum eini helvt, og er við hesum munandi meiri peningur farin inn á pensjónina.

Nógvir miðalstórir sjó- og vinnuskaðar
Eftir fleiri góð ár við lutfalsliga stórum avlopi, valdi Tryggingarfelagið Føroyar í 2013 at lata góðu úrslitini koma tryggingartakaranum til góðar og lækkaði privatu tryggingargjøldini við 20 prosentum, umframt at vinnuligu tryggingargjøldini lækkaðu munandi. Hetta sæst veruliga aftur í úrslitinum fyri 2014, har brutto tryggingargjøldini lækkaðu frá 351 mió. kr. í 2012 til 313 mió. kr. í 2014. Árið var eisini merkt av fleiri miðalstórum skaðum á sjó- og vinnuøkinum.

Trygt og sterkt føroyskt felag
Tryggingarfelagið Føroyar er ein sterk og trygg føroysk fyritøka, ið lýkur øll ásett lógarkrøv. Solvensdekningurin er 5,9, sum er knappar 6 ferðir størri enn lógarkravið.
Fyritøkan hevði eitt combined ratio á 102,0 og eginognin er 321 mió. kr. við árslok. Bruttoendurgjaldsprosentið (claim ratio) lá á 73,4, meðan bruttokostnaðarprosentið (cost ratio) var 20,9.

Munandi bíligari prísir enn í Danmark
Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, er somuleiðis nøgdur við ársúrslitið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. “Havandi í huga hvussu stóra príslækking vit hava gjørt, hvussu høg skaðaútgjøldini hava verið í 2014 og hørðu kappingina frá útlandinum, so fegnast vit um, at vit kunnu koma út við einum úrsliti á 7 mió. kr. eftir skatt. Nevnast kann at hetta er samstundis sum vit bjóða tryggingarprísir til privatkundar, ið eru munandi lægri enn í eitt nú Danmark. Eisini sær tað út til, at vit hava nøgdari kundar enn onnur feløg, við at talið av kærum til kærustovnin Ankenævn for Forsikring er millum tey lægstu í kongaríkinum.”

Góð útlit fyri 2015
Útlitini hjá Betri Pensjón P/F fyri 2015 eru góð. Tað verður støðugt arbeitt við at náa út til so nógvar kundar sum til ber. Nú eftirlønarlógin er sett í gildi verður mett, at hetta fer framhaldandi at hava jaliga ávirkan á kundatilgongdina í 2015.

Gongdin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum er m.a. tengd at stórskaðum og veðri og vindi. Men gongdin er eisini tengd at búskaparligu gongdini í Føroyum. Orsakað av hesum, og øktari kapping frá føroyskum, íslendskum og donskum veitarum á skaðatryggingarøkinum, væntar felagið, at samlaðu tryggingarinntøkurnar fara at verða á leið á sama støði sum í 2014.