Bjørt vil umboða allar Føroyar

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, bjóðar seg fram enn eina ferð, sum valevni fyri Tjóðveldi.Bjørt sigur soleiðis um politisku hugsjónir sínar:

“Undir øllum mínum politiska virksemi liggur ein grundleggjandi hugsjón um álit á egnari megi, sum eg meti vera eina fyritreyt fyri framburði, bæði hjá tí einstaka, hjá vinnuni og hjá tjóðini. Samhaldsfesti – tað at vit taka okkum hvør av øðrum, og tolsemi – tað at vit rúma ymiskleikanum, er ein sterk grund undir einum væl virkandi og trivnaðarríkum samfelag. Tað byrgir fyri, at gjáir millum samfelagbólkar laða samfelagið sundur. Og tað fremur eitt samfelag, har øll kenna seg hoyra til, fáa møguleikan at nýta givin evni og geva sítt íkast til samfelagið.  

Vinnpuolitikkur, grøn orka og heilsupolitikkur hava fylt nógv í politiska arbeiði mínum, umframt at eg havi stóran áhuga fyri náttúru, umhvørvi og list, sum fáa alt ov lítla rúmd í politiska rúminum. At vera við til at skapa eitt lestrarumhvørvi við fjølbroyttum útbúgvingum og góðum bústaðarmøguleikum, liggur mær eisini á sinni. Og so haldi eg tað vera serstakliga umráðandi, at vit venda kikaranum og síggja møguleikarnar fyri vøkstri og trivnaði, eisini í útjaðaranum og á útoyggj, heldur enn bert at síggja avbjóðingarnar. Tí tess størri part av landinum, vit útbyggja og fáa at spretta, tess meira veksur land okkara.

Føroyar eru okkara land og okkara ábyrgd! Fá lond hava fingið so stórt ríkidømi borið í lógvarnar, sum vit. Men, tað skulu ikki bert vera tey heilt fáu, sum fáa lut í ríkidøminum. Nógv kann gerast betri, enn tað, sum gjørt hevur verið politisk seinnu árini. Og eg havi stórt álit á framtíðini, tí megin at lyfta land okkara framá býr í Føroya fólki!”, sigur tingkvinnan.

Bjørt Samuelsen varð vald á ting fyrstu ferð í januar 2008, og gjørdist hon fyrsta landsstýriskvinnan í vinnumálum. Hon hevur øll árini á tingi verið limur í Løgtingsins vinnunevnd, har hon í løtuni er næstforkvinna. Hon er eisini limur í Trivnaðarnevndini, varalimur í Uttanlandsnevndini og virkin varalimur í Norðurlandaráðnum. Bjørt er útbúgvin matvøruverkfrøðingur á Landbúnaðarháskúlanum í Keypmannahavn og sum journalistur á Norsk Journalisthøgskole. Í 16 ár búleikaðist hon uttanlands, fyrst eitt skifti í Fraklandi, síðani í Danmark og átta ár í Norra. Hon flutti heim til Føroya fyri at luttaka í fólkaatkvøðuni um loysing, sum verða skuldi. Hon vónar skjótt at sleppa at seta stóran jakross fyri einum sjálvstøðugum landi, sum kann virka á jøvnum føti millum øll heimsins lond, við øllum teimum møguleikum og avbjóðingum, tað gevur.