BLOGGA: Passar tú gjøgnum nálareyga?

Jógvan Zachariassen, pastorur, bloggar um líknilsir. Hesa ferð við støði í líknilsinum um ríka unga mannin.

Vit hava ofta hug at døma tey ríku fyri at vera sjálvsøkin og sjálvrættvís. Vit tríva í orð Jesusar: “Hvussu torført er ikki teimum, ið hava ríkdóm, at koma inn í ríki Guds! Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds.”

Kanska var sjálvrættvísi trupulleikin hjá unga ríkmanninum, sum kom til Jesus. Hann vildi vísa Jesusi, hvussu rættvísur hann var, og hvussu væl hann megnaði at halda øll boðini í Mósilóg. Men Jesus sá inn í hjartað og vitsti, at útvortis atburður ikki altíð samsvarar við innvortis hjartalag. Tí gav Jesus honum avbjóðingina, sum koppaði korthúsi hanara: “Sel alt, ið tú eigur, og být tað sundur millum fátæk! So skalt tú hava skatt í Himli; kom so og fylg Mær!” Hetta var ikki tað, sum ungi maðurin hevði væntað, tí “tá ið hann hoyrdi hetta, varð hann fullur av sorg; tí hann var ógvuliga ríkur.”

Trupulleikin var ikki peningurin, men hjartað. Jesus vísti honum, at í hjartanum hevði hann longu brotið fyrsta av teimum tíggju boðunum: “Tú skalt ikki hava aðrar gudar enn meg!” Peningur var gudur hansara, og tað gjørdi tað ómøguligt hjá honum at tæna Gudi. Líka so ómøguligt sum hjá einum kameli at koma inn gjøgnum eitt nálareyga. (Søgufrøðingar halda, at umrødda nálareygað var ein lítil hurð í einum stórum býarportri, sum fólk gingu inn ígjøgnum, og sum var kamelum ómøguligt at ganga gjøgnum.)

Ríki Guds sipar ikki til Himmalin handan sólina, men til tað lív, Gud ynskir meg at liva saman við sær her og nú. Hjá mær er tað kanska ikki peningur, ið er avgudurin, sum forðar mær at liva lívið saman við Gudi her og nú. Kanska er tað mín útbúgving, mítt arbeiði, mínar ognir, mínar raðfestingar. Og tá ið Jesus gevur okkum avbjóðingina, ið koppar korthúsi okkara, verður sanna hjartalag okkara opinberað. “Tá ið hann hoyrdi hetta, varð hann fullur av sorg; tí hann var ógvuliga …” Hvussu endar setningurin, um hann snúði seg um teg?

Áðrenn vit døma tey ríku fyri at vera sjálvsøkin og sjálvrættvís, eiga vit at hyggja inn í okkara egna hjarta fyri at vita, um vit klára at krúpa gjøgnum nálareyga við okkara kameli á rygginum.

Jógvan Zachariassen, pastorur í Lívdini