Borgarstjóri og Løgtingslimur

Grundgevingarnar fyri at taka rættin frá borgarstjórum at sita á Løgtingi, eru, at tað kunnu koma bland í kasjettirnar, og at teir hava ikki tíð at røkja tvey so tíðandi fulltíðarstørv.

Taka vit fyrru grundgevingina fyrst, sum sigur, at bland kann koma í kasjettirnar, so er ivasamt um borgarstjórar eru í serliga stórum vanda í so máta! Um ein borgarstjóri úr einum øki er í vanda fyri at koma í stríð við egin áhugamál, hvat so við einum og hvørjum øðrum borgara t.d. einum vanligum kommunalpolitikara ella skúlastjóra ella vinnulívsfólki. Er hetta nakað serstakt fyri ein borgarstjóra?

Hin grundgevingin sigur, at fulltíðarsettir borgarstjórar hava ikki tíð at sita á tingi eisini. Tvey fulltíðarstørv kann ongin klára, verður sagt. Tað kann tað verða nakað um, men skulu tey, sum longu eru stjórar og hava fulltíðarstørv á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum longu sita á Løgtingi, so ikki eisini siga sítt privata starv frá sær, meðan tey sita á tingi. Og ikki at gloyma tey, sum sita á Fólkatingi, skulu tey so ikki eisini missa rættin at sita á Løgtingi, um konsekvensur skal verða í?

Rætt at sita á tingi er rættiliga prinsipielt, tí tað er ein rættur, sum fólkið á valdegnum hevur givið nøkrum útvaldum. Hetta er krúnan í fólkaræðinum. Hendan rætt gevur fólkið so onkuntíð eisini onkuntíð teimum somu, tá talan er um onnur fólkavald størv, sum til dømis at sita í kommununi ella á Fólkatingi. Um fólkið heldur, at onkur er skikkaður og best egnaður at sita á tveimum so tíðandi sessum, er tað so í lagi, at lóggávuvaldið frátekur fólkinum hendan rætt?

Landsstýrisfólk eru dømi um tey, sum ikki kunnu sita á tingi. Men hesi eru nú rættiliga priviligeraði á annan hátt, tá ið tað kemur til at hava ávirkan á lógarsmíð, og kemst hetta eisini av uppbýtinum millum lóggevandi og útinnandi vald. Í so máta kann tað forsvarast, at hendan avmarking er. Men tað er annars ikki óvanligt í okkara grannalondum, at ministarar eisini sita í parlamentinum.

At man nú ætlar at hendan avmarkingin eisini skal røkka út til borgarstjórar, kann tykjast populistisk, og ein roynd hjá Fólkaflokkinum at flyta fokus frá førda politikkinum. Ein kann eisini freistast at halda, at hetta er ein fólkafloksroynd at spæla býráðssamgonguni í Klaksvík eitt puss. Løgið í øllum førum, at hetta hugskotið hjá Fólkaflokkinum poppar upp beint nú, beint eftir, at borgarstjórin í Klaksvík, har Fólkaflokkurin er í andstøðu, hevur boðað frá, at hann ætlar at stilla upp til Løgtingið eisini. Jógvan Skorheim kann í øllum førum vantast at koma at taka rættiliga nógv frá Fólkaflokkinum har norðuri. Men sleppur hann nú ikki at sita á tingi, so er tann vandin jú burtur.

Um valbæri sigur stýrisskipan okkara, at “Valbærur er hvør, sum hevur valrætt til løgtingið, uttan so er, at hann er revsaður fyri gerð, sum hevur við sær, at hann eftir almannahugsan ikki er verdugur at sita á tingi.” Havandi hetta í huga, at ikki onnur enn tey, sum eru revsað, verða nevnd positivt í lógini hevur sínar grundgevingar, sum vit mugu verða varin við at broyta.

Annita á Fríðriksmørk