Bragdið: Kom og renn við okkum!

Nøkur av bragdafólkunum á einum av mongu rennitúrunum hjá teimum. Mynd: Bragdið

Ítróttarfelagið Bragdið bjóðar nú øllum mannfólkum ein góðan møguleika at koma í gongd við miðvísa rennivenjing í Tórshavn. Venjingin byrjar nú mikudagin 20. mai.

Hesin rennibólkur er fyri teir, sum ynskja at koma í gongd við at renna meir skipa og saman við øðrum. Hetta gjørdi Bragdið fyri nøkrum árum síðani, og nú er tíð at gera ein nýggjan bólk. Byrjað verður mikudagin kl. 18 á Tórsbreyt. Annars er ætlanin at venja mikudagar kl. 18 og leygarmorgnar kl. 8:30. Byrjað verður heilt róligt, tí endamálið er at koma í gongd. Seinri kann bólkurin seta sær nøkur mál.

Tað vera royndu rennararnir Herluf Jakobsen og Arnfinnur Helmsdal, sum fara at leggja lag á, og teir gleða seg at koma í gongd. So tað er bara at møta upp mikukvøldið kl 18.00 á Tórsbreyt!