Býráðið skal avgera, um Heðin sleppur í Tingið

Borgarstjórin í Havn er millum valevnini til Løgtingsvalið.

Beint eftir miðdag í dag, fríggjadagin 11. september, skal Tórshavnar býráð taka støðu til, um Heðin Mortensen skal fáa undantaksloyvið at virka sum borgarstjóri, samstundis sum hann situr í Løgtinginum.

Heðin Mortensen var á løgtingsvalinum 1. september 2015 valdur á Løgting, men av tí, at hann er í fulltíðarstarvi sum borgarstjóri frammanundan, kann hann sambært kommunustýrislóginin §6, stk. 2, 4. pkt. ikki røkja eitt annað alment starv, meðan hann er borgarstjóri.

Býráðið kann tó geva honum undantaksloyvi, at røkja bæði fulltíðarstarvini í senn.

Flokkurin hjá borgarstjóranum hevur meiriluta í býráðnum, ikki minst orsaka at nógvu atkvøðunum, ið borgarstjórin fekk, tí er torført at ímynda sær, at nakar í hansara flokki ella aðrir samgongulimir fara at atkvøða ímóti, at hann røkir bæði størv.

Tjóðveldi er einasti flokkur í andstøðu í Tórshavnar býráð, meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eru partar av samgonguni hjá Heðini Mortensen.