Danny & The Veetos jamma á ólavsøkuróðrinum

Klaksvíkingar eru raskir at kapprógva á ólavsøku, og sum tað ikki er nóg mikið, so fara teir eisini at undirhalda á bryggjuni í ár, tá ið tríggir limir úr klaksvíksbólkinum Danny & The Veetos fara at spæla í Homlulandi frá klokkan 14 til 17.

Talan er um teir tríggjar Danny Baldursson, Páll Brim Joensen og Robert Waagstein, sum fara at jamma og undirhalda fyri børnum og vaksnum við gittara, ukulele, trummum og sangi, meðan kappróðurin er.

Tónleikurin hjá Danny & The Veetos er ein løtt blanding av fólkatónleiki og popptónleiki, og eitt tað kendasta lagið hjá teimum er “Sunnukvøld í mai,” eisini kent undir navninum “Tú fylgir við.” Bólkurin hevur annars givið út fleiri løg og spælt á ymsum festivalum, seinast á G!, og nú koma teir tríggir limirnir í bólkinum so at undirhalda á ólavsøkuróðrinum.