Ummælarar lovprísa Dizzy Mizz Lizzy

G! aktuellu Dizzy Mizz Lizzy  fingu harða viðferð frá ummælaranum hjá Kringvarpinum Una L. Hansen, ið ikki metti teir vera eitt nóg stórt høvuðsnavn til festivalin. Men hetta eru danskir ummælarar so als ikki samdir í.

Ummælini av fyrstu konsertunum hava verið ómetaliga góð. Hetta vikuskiftið var tað, ummælarin yvir teimum øllum í Danmark, Steffen Jungersen úr Ekstrablaðnum, ið gav teimum 6 av 6 møguligum stjørnum. Jungeresen var á konsertini í Forum í vikuskiftinum, ein konsert har tey 10.000 atgongumerkiini vórðu útseld uppá ein tíma.

Hann staðfesti:

Ein av teimum bestu bólkunum í danskari rokksøgu, heldur sum ein sjálvfylgja fast í ”det var lige godt satans!” effektini

Tá bólkurin byrjaði konsertferðina í Fredericia gav tónleikatíðarritið Gaffa bólkinum 6 út av 6 møguligum stjørnum, og skrivaði m.a.

“Dizzy Mizz Lizzaði leveraðu einki minni enn eina hápotenta kraftpresentatión av eini rokk konsert, sum prógvaði, at Tim, Martin og Søren aftur eru í ørandi toppformi.

og:

“Teir tríggir baðaðu sær í kenslunnar logahavi, tá áskoðararnir kvitteraðu við ekstatiskum fagnaði, sum tosaði sítt egna greiða mál: Dizzy Mizz Lizzy vóru rætt og slætt ekstremt vælupplagdir og vælspælandi, og teir høvdu valt eitt fínt bland av nýggjum og gomlum tilfari. Serliga Tim tyktiskt meira ótamdur og tónlistarliga spelkin í mun til hansara konsertir sum einstaklingur”

Eisini fjeppararnir vóru bergtiknir, og áskoðarafjøldin hevur veruliga kókað á fyrstu konsertunum á konsertferðini.

Bogi Andreasen, nevndarformaður fyri G! sigur við Tórsportalin, at festivalurin hevur merkt ein ótrúliga stóran áhuga, síðan Dizzy Mizz Lizzy kom á skránna. Hetta sæst bæði í fyrispurningum og likes á Facebook, vitjanum á heimasíðuni og beinleiðis á søluni av atgongumerkjum.

– Afturmeldingarnar hava verið sera góðar, og við teimum ummælum, sum ljóða úr Danmark, so kenna vit okkum ordiliga heppin, at tað hevur eydnast okkum at fáa Dizzy Mizz Lizzy á G!, sigur Bogi.