Destillerað testosteron

Róðrarfelagið Knørrur helt veitslu í samband við 30 ára dagin síðani stovnan. Mynd: Sjúrður Skaale

Um hvussu eitt mótmæli móti pedagogikki og feminismu skapti róðrarfelagið, hvørs mongu sigrar byggja á einfalda filosofi: Halt kjaft og rógv!

(Sjúrður Skaale helt hesa taluna á 30 ára veitsluni hjá Róðrarfelagnum Knørri 28. februar 2015)

Ein persónur er meira enn útsjóndin, klæðini hann gongur, og húsini hann býr í. Ein persónur hevur eisini eina sál.

Soleiðis er eisini við einum ítróttarfelag og eg skal siga eitt sindur um Knørrafelagsins sál. DNA’ið. Arvastreingin. Tað, sum alt er sprottið úr.

Eg var til staðar undir sjálvum gitnaðinum – og eg kann siga tykkum, at tað sótu nógvar náttarvenjingar í merginum á skótunum, sum tað myrka januarkvøldið fyri 30 árum síðani, í kjallaranum í KFUM í Havn, fingu hugskotið at manna kappróðrarbátin Postbátin.

Niclas í Koltri hevði smíðað tann snøgga bátin bara 10 ár frammanundan; hann var í góðum standi – men postmenninir høvdu lagt árarnar inn, og nú stóð hann til sølu.

Tað vóru hesar náttarvenjingarnar, sum knýttu okkum saman. Óteljandi ferðir høvdu vit – mest í skótahúsinum á Kambsdali – verið vaktir klokkan trý um náttina av leiðarum, sum bankaðu sleivir og oysir móti pannum og grýtulokum fyri at fáa okkum 11-12 ára gomlu dreingir út úr soviposunum.

So út at renna eftir postum í myrkrinum við kumpas og lykt og mangan vátum kortum yvir Kambsdal.

Pedogogikkurin var so sum so. Teir tjúkkastu, teir veikastu og teir minstu kendu sítt pláss – tað var við uppvaskið í køkinum.

Ein vón um hevnd

Leiðararnir høvdu heldur onga ambitión um at fylgja teoretiskum, pedagogiskum lærusetningum. Leiðararnir vóru nevniliga 17-18 ára gamlir dreingir, sum høvdu verið píndur og plágaðir í áravís – og sum nú fingu kjansin at hevna seg. Ikki inn á leiðararnar, sum teir høvdu havt – men inn á teir dreingirnar, sum nú høvdu hættað sær inn undir fløggini hjá teimum grønu skótunum í Havn.

Ein av leiðarunum, Hans Petur Hansen – fotografurin í sjónvarpinum – keypti videokamera áðrenn nakar annar, og tað er heilt interessant nú at síggja upptøkur av tí, sum tá var heilt náttúrligt:

Ein patrúlja kemur stunandi fram til ein post. “Teistin, Teistin stendur á fjørðusteini við blóðreyðum beini” rópa teir, áðrenn patrúljuførarin setir hondina móti tynninginum og erklerar: “Triðja patrúlja Teistin meldar klárt”.

Leiðarin stendur við aðrari hondini í lummanum, rættir teimum eitt  A4-ark, og sigur óimponeraður: “et hetta”.

Førarin skræðir arkið, og teir eta tað uppá fá sekund.

“Kjaftin upp”, sigur leiðarin so, og gevur teimum hvør sína teskeið av mjøli í munnin.Tann minsti klíggjar, men klárar akkurát at halda spýggjuna í sær.

“Ókey”, sigur leiðarin: ”Floytið so tjóðsangin”.

Tann minsti spýr, og meðan slevslintrurnar hanga niður úr kjaftinum á honum skrálar patrúljuførarin “Floyta, ella fært tú nevan á kjaftin”.

Tú alfragra land mítt hevur ljóðað yndisligari fyrr. Leiðarin er ikki imponeraður – Teistin fær bara fýra av tíggju møguligum stigum.

Men tað er bara ein vegur: Frameftir.  “Teistin, Teistin stendur á fjøðrusteini við blóðreyðum beini“, rópa dreingirnir.

“Triðja patrúlja Teistin meldar av”, sigur førarin – og so renna teir víðari til næsta post.

Tann yngsti er eitt sindur illa fyri – so hjá honum er lítil ivi um, at tað er uppvaskibustina, hann skal halda seg til dagin eftir.

Destillerað testestoron

Tað var ikki stuttligt at vera skóti. Tað var meira ein mandómsprøvi.

Og lønin var at sleppa at verða leiðari ein dag, tí tá slapp mann at pína teir yngru.

Í 1985 vóru vit blivnir leiðarar – men akkurát tá kom eitt nýtt rák. Kreftir aðrastaðni úr landinum vildu hava, at pedagogikkur skuldi vera partur av grønu skótunum. Tað skuldi vera meira missiónskt. Og so skuldu gentur kunna vera skótar – saman við dreingjum.

Vit bardust ímóti, men tað myrka januarkvøldið í KFUM fyri 30 árum síðani ásannaðu vit, at slagið var tapt. Vit høvdu verið píndir í 8-10 ár – og sluppu ikki at hevna okkum. Humanisman, missiónin og feminisman høvdu tikið kvørkratak um skótarnar.

Hvat var so at gera við ta uppspardu vreiðina? Testestorinið? Aggressiónina?

Tað var veruliga vandi fyri, at onkur kundi fara at fremja álvarsaman harðskap. So hóast tað ikki bleiv sagt beinleiðis, so var grundtankin, at tað sterkasta testestoronið líkasum skuldi destillerast burturúr skótunum, og í konsentreraðum formi flytast umborð á Postbátin. Tí har – úti á teirri bláu bylgju – vóru teir í fyrsta lagi ikki til vanda fyri onnur enn seg sjálvar, og í øðrum lagi slapp hetta modernaða pjattið ikki inn um stokkin.

Ormurin Langi

Knørrur bleiv navnið á báti og felag. Og tá borðini blivu blá var eingin ivi um, akkurát hvønn Knørr, sipað varð til. Nú vildu teir sigla tann salta sjógv, tað høvdu teir hugsað leingi.

Tann stóri bardagin við Oyrasund, sum vit kvøða um í Orminum Langa, bleiv meira og meira karmurin um Róðrarfelagið Knørr. Tað bleiv líkasum róð inn í ta legendarisku frásøgnina.

At Jeggi bleiv skipari var bara tí, at hann við sínum reyða hári sá mest víkingasligur út. Hinir vóru Finn Muller, Jóannes Gaard, Tubbi, Sjúrður Gullbein, Hans Kass, Kári Rubbek Nielsen og Pauli Olsen. Eitt øgiligt lið.

Men so hendi tað, at Pauli skuldi til skips. Ein nýggjur maður skuldi finnast – og Sjúrður kom dragandi við einum, sum IKKI var skóti. Tað bleiv illa dámt. Teir eygfóru hann, tóku í armarnar á honum og lyftu hann. Nei. Hetta var ikki tað.

Men so spyr Jeggi: Hvussu eitur tú?

Og unglingin svarar: Einar skalt tú nevna meg!

Tá var leyst og liðugt, og Einar Djurhuus kom at standa í kappa rúmið, tá Knørrur á fyrsta sinni skuldi í víggj.

Kongurin Hans Joensen

Men í fyrstani var manningin ikki ein manning í vanligum týdningi. Tað var í veruleikanum ein nýggj skótapatrúlja, sum nú bar fram síni herklæði, við brynjum og blonkum brandi.

Teir vandu sum svakir og pressaðu seg sjálvar sum teir høvdu gjørt undir náttarvenjingunum – men teir høvdu aldrin róð fyrr. Teir sótu øvutir í bátinum, teir løgdu árarnar skeivumegin tollin, teir stýrdu við ár.

Har kom eingin ferð á bátin – og teir skiltu, at tað var ikki nokk at tað var hart. At mann bløddi í øllum lógvanum. At mann spýði eftir ein spurt.

Tað manglaði ein patrúljuførari. Ein kongur. Ein Ólavur Trúgvason.

So Jeggi fór ein dagin út á Bacalao, og har, í slógvinum, stóð ekvivalenturintil Sir Alex Ferguson í føroyskari rógving – Hans Joensen.

– Vit eru nakrir sum fara at melda eitt 8-mannafar til í ár, og ætlaðu at spyrja, um tú kundi leggja okkum lag á, sigur Jeggi.

– Vissi tit bara ætla at melda til nýtist tykkum ikki mína hjálp – ring bara til Róðrarsambandið, svarar Hans.

– Ja – men vit ætla eisini rógva við.

– Tað kunnu tit eisini gera uttan mína hjálp, svaraði Hans. Men eg kann hjálpa tykkum, vissi tit ætla tykkum at vinna. Ætla tit tað?

– Vinna…? Also… Ja – segði Jeggi, tí hvat annað skuldi hann siga?

– Tað er í lagi, segði Hans, meðan hann sendi eina hvísl av slógvi upp í ein gulan kassa. So lova tit mær at gera akkurát sum eg sigi í stórum og smáum – og so lovi eg tykkum at tit vinna.

Sama kvøld legði Hans treytirnar fyri hinar – og fróir og glaðir sveinar mæltu: Harri, vit skulu tær fylgja; umenn tú fert í frið ella stríð, vit óttast ei bratta bylgju.

Teir átta menninir vóru sum leirur í hondunum á Hansi í nakrar garrvillar mánaðir, inntil kappingin byrjaði. Tað vóru ikki ríkir menn sum drógu knørr úr neysti og gingu til strandar oman til fyrsta róðurin, men reystir vóru teir, og um jørðin ikki skalv, so kendist tað so, tí í kroppinum darraði hvør spong.

Aðrar manningar høvdu funnið sær lættar smádreingir at stýra, men so er sagt at kongurin, hann sjálvur stýrdi Knørri. Hans var ikki nakar lættur maður – men somikið snildari var hann. Ikki fyrr enn teknikkur og taktikkur sótu í merginum ámanningini, slapp tann 14 ára gamli Johan Mouritsen at sita afturi í rong.

Øll mótstøða knúst

Tá í tíðini vóru 8-mannaførini so nógv, at tað var sum at síggja tann tiltikna skipaflotan halda út av Oyrasundi. Og eingin kendi mótstøðuna. – Jeggi stóð á bunkanum, talaði til sínar menn: Hvør eigur hesi nógvu skip? Eg kenni tey ikki enn.

Men hinir kendu heldur ikki Knørr – og uttan mun til hvussu miðvingar og argjamenn og ørvamenn gingu saman í ráð, hvussu teir skuldu tann nýggja bátin skjótt av døgum fá, so eydnaðust teirra atsøknir aldrin.

Manningin sá hvønn róður sum eina náttarvenjing, og tá tann orkan bleiv koplað saman við teknikkinum hjá Hansi – ja, so bleiv øll mótstøða knúst.

Argjamenn gingu teimum viðhvørt ein skarpan gang og summir høvdu nervar – men Hans hugsaði við sjálvum sær, tó at tit munnu tað royna, tit taka ikki mínar menn, við frensablóði aleina.

Røðararnir løgdu nógv fyri – men tað var eisini hart at verða stuðul. Tí sigrarnir vóru nógvir – og vit vóru so øgiliga fáir at feira teir. Felagið hevði onga søgu og einki grundarlag – vit stuðlar vóru í veruleikanum færri enn teir, sum róðu. So tað stóð nógv á hjá okkum at syrgja fyri, at Dionysos og Bacchus fingu sítt.

Spillan í 1990

Tað vóru kortini fleiri og fleiri sum vildu vera partur av hesum nýggja felagnum, sum bæði vann í 85, 86, 89 og 90 – síðstu tveir ferðirnar stýrt av einum hartrópandi ungum manni í eini legendariskari reyðari alphúgvu, sum tá var líka kend millum róðrarfólkið, sum húgvan hjá Jens Martini seinni bleiv tað millum fótbóltsfólkið. Guttormur sat har sum ein dreki, hvørs eldi teir máttu rógva undan.

Men í 90 mundi endað heilt galið. Jeggi var tá næstan einsamallur av manningini um at umboða upprunuliga sálina frá 85 – og í sama rúmið í KFUM, har felagið bleiv gitið, bleiv tann veturin gjørt av, at eitt seksmannafar – Jarnbardur – skuldi smíðast. Tað var sín sak – men ein av grundgevingunum var, at menn vildu hava konufólk at koma uppí felagið!

Also: Sama felag, hvørs stolta upphav var ein flýggjan frá konufólki, skuldi nú leggja seg flatt fyri teimum flatbotnaðu!

Upp undir ólavsøku sama ár bleiv heilt galið, tá manningin, sum hevði venjingarkort til Fragd og Fimi – fór at taka sól í venjingarhølunum. Nú skuldu teir vera lekrir, tá teir tóku ímóti ólavsøkusteypinum.

Tað gjørdu teir sjálvandi – og tíbetur! – ikki. Teir messingbrúnu deodorantdreingirnir fingu tað, teir høvdu uppiborið: teir blivu hølvaðir av -av Argjafrensunum.

Drotningin tekur við

At draga konufólk inn í felagið var sjálvandi eisini halgibrot – men akkurát tað endaði kortini við at bjarga og menna bæði felagið og tess upprunaligu hugsjón.

Tí konufólkini sum komu, gingu nevniliga ikki til sól! Tær gingu heldur ikki í kjóla. Tær vóru ikki bleytar og sartar damur. Tær vóru Quinnur við stóra Q, og vóru gjørdar úr stáli.

Menninir máttu vinda hvørja einastu testestoron ílegu úr sær fyri yvirhøvur at kunna matcha tær – og soleiðis fekk felagið eina heilt nýggja byrjan.

Hóast fleiri og størri bátar komu, var tað sum skrivað stendur: Trýggir gingu skipaflotar,út av Oyrasundi; Jarnbardur á odda sigldi, Jannie stýra kundi.

Jannie byrjaði sum 14 ára gomul, og endaði sum Jean D’arc í føroyskari rógving. Knørrafelagsins drotning.

So hóast skótarnir vóru fækkaðir og hóast kvinnurnar vóru á odda – so var sálin tann sama.

Tá var hon ósøgd – nú er hon lýst í knørrasanginum hjá Sjúrði Gullbein. Styttri enn Ormurin Langi, men minst líka væl yrktur:  “Einki snikk, einki snakk, einki sussandi, svassandi tvass annars takk”. “Gev mær gríslandi tenn, gev mær sjóvátar kvinnur og saltsprongdar menn”.

Ella sagt meira kontant í felagsins slogan: Halt kjaft og rógv!

Tillukku við teimum 30 – og gloymið ongantíð hasa sálina! Upphavið! Andan, sum framvegis fýkur onkustaðni í náttarmyrkrinum í Kambsdali.

Sjúrður Skaale

Knørrur