Ein heimur av vatnlitum

Ludvík á Brekku í Smiðjuni í Lítluvík

Dugnaligi ungi listamaðurin Ludvík á Brekku sýnur í hesum døgum vatnlitsmyndir fram í Smiðjuni í Lítluvík.

Myndirnar eru figurativar, expresivar og hálv abstraktar.

Talan er um eina framsýning við 23 vatnlitsmyndum, ið vísir, at hesin listarmaður er mentur nógv seinastu árini.

Framsýningin er opin til og við mikudagin 24. juni frá 14-18.