– Eingin varð sligin

Tórsportalurin hevur í dag tosað við hýruvognsføraran, ið týsdagin í farnu viku var uppi í rokaligu hendingini á flogvøllinum, ið vit skrivaðu um her:

Fóru til hendurs um parkeringspláss

Hýruvognsførarin greiðir frá, at hann kennur seg illa viðfarnan, tí hann als ikki hevur sligið nakran. Hann vísir á, at vitnið, ið Tórsportalurin hevur tosað við, ger ov nógv av. Tí hann hevur ikki sligið nakran. Men hann viðgongur, at hann tók í hin mannin, soleiðis at skjúrtan skrædnaði.

Sambært støðleiðaranum hjá hesum hýruvogni, varð hýruvognsførarin illa provokeraður av føraranum av shuttle bussinum.

Ósemjan komst av, at shuttleførarin hevði sett sín buss á einum øki, ið bert er til hýruvognar, tí koyrdu fleiri hýruvognar framum bussin. Tann aftasti av hesum var bilurin hjá hesum føraranum.

Støðleiðarin vísir, á at førarin á shuttlebussinum, hevndi seg við at lata hurðar og baksmekku upp á hýruvogninum og so skjótt, sum hann lat eina hurð aftur, bleiv ein onnur latin uppaftur.

Hýruvognsførarin tók tí í bussføraran, ið royndi at sleppa undan, og tí skrædnaði skjúrtan, greiður støðleiðarin frá.

Hann vísir eisini á, at løgreglan ikki kom á staðið, og tosaði partarnar til sættis. Tí skilir hann ikki, at hetta málið er nevnt í døgnrapportini hjá løgregluni, serliga tí báðir partar sambært honum vóru samdir um, ikki at fara víðari við málinum. Men væntar at onkur hevur boðað løgregluni frá. Hann hevur tó fingið at vita av løgreglustøðini, at meira verður ikki gjørt við málið.

Av tí, at Tórsportalurin ikki kennur navnið á bussføraranum, ber ikki til at spyrja hann, hvussu hann upplivdi hendingina.