Elektriskan bil frá Apple í 2020

Gitt verður um útsjóndina á komandi Apple bilinum.

Minnist tú Nokia fartelefonirnar? Nokia plagdi at vera heimsins størsti framleiðari av fartelefonum. Tað var áðrenn Apple kom við síni fyrstu iPhone, sum kollvelti fartelefonmarknaðin.

Kanska fara vit um nøkur ár at spyrja, um vit minnast Mercedes, Toyota og Mazda? Tí nú setir Apple av álvara ferð á sína menning av elektriskum bilum. Ætlanin er at koma á marknaðin við fyrsta bilinum í 2020.

Sambært Bloomberg tíðindastovuni hevur væleydnaða innrásin hjá íverksetarafyritøkuni Tesla inn á siðbundna bilmarknaðin við teirra elektrisku bilum givið Apple blóð upp á tonnina. Apple hevur longu sett 200 fólk í starv í sínum liðið av bilserfrøðingum til at menna teirra boð upp á framtíðar bilin.

So kanska skuldi SEV her heima eisini sett ferð á elektrifiseringina av bilferðsluni, soleiðis at vit hava løðitól á hvørjum horni, tá vakurt sniðgivnu snildbilarnir frá Apple raka Tinghúsvegin í 2020.