Eli Lassen skoraði kassan

Á Fólkafundinum í Runavík í september í fjør varð skipað fyri politiskari spurnarkapping, har øll ið vitjaðu Fólkafundin høvdu møguleika at luttaka. Vinnarin fær gávukort frá Føroya Bjór.

Talan var um fimm spurningar um politikk og samfelagslig viðurskifti í breiðari merking. Rættuliga nógv fólk tóku av møguleikanum at svara spurningum, fleiri høvdu allar spurningar rættar og tí mátti vinnarin finnast við lutakasti. Hepni vinnarin millum tey, ið høvdu rætta svarið til allar spurningar, gjørdist Eli Lassen. Fólkafundurin ynskir vinnaranum tillukku við vinninginum, sum er eitt gávukort frá Føroya Bjór.

Niðanfyri síggjast spurningarnir og røttu svarini.

Síðst í desember fer løgtingið at samtykkja fíggjarlógina fyri 2015. Verður undirskotið í samtyktu fíggjarlógini:

A: minni enn 170 milliónir-rætta svarið

B: størri enn 170 milliónir

Tvær ferðir í hesum valskeiðnum er ein landsstýrismaður farin úr starvi. Hendir tað aftur, áðrenn 1. januar?

A:  Ja

B:  Nei-rætta svarið

Samlaða játtanin til Mentanargrunnin er í ár góðar 6,2 milliónir krónur. Verður samlaða játtanin í 2015 sjey milliónir ella meira:

A:  Ja

B:  Nei-rætta svarið

  1. juli var fólkatalið í Føroyum komið upp á 48.553 fólk, og eru tað 239 fólk fleiri enn 1. juli í fjør. Trýrt tú at fólkavøksturin heldur fram, og í slíkan mun, at vit verða 48.700 fólk ella fleiri á nýggjárinum?

A: Ja

B: Nei-rætta svarið

 

Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 29. oktober í 2015. Roknar tú við, at val verður útskrivað í úrtíð, ítøkiliga áðrenn 1. januar ?

A:  Ja

B:  Nei-rætta svarið

Fólkafundurin verður aftur tann 18. og 19. september og verður hesaferð hildin í Tórshavn.