Grindalógin: Ferðamannaskip tora ikki í føroyskan sjógv

Trý ferðamannaskip hjá AIDA Cruises hava avlýst sína ferð til Føroyar í august og september. Grundgevingin er, at tey vilja verja síni ferðafólk móti møguligum bótum og fongsulsrevsing um tey skuldu sæð eina grind.

Magni Mouritsen, ið stendur fyri agentarbeiðinum í sambandi við nógv av ferðaskipunum, ið vitja í Føroyum og ikki minst Havnini skrivar á Facebookvanga sínum, at ferðavinnan er von við, at fólk ikki ynskja at koma orsaka av grindadrápi, og tað mugu tey um. Men at henda avlýsingin er øðrvísi:

– Vit skulu sjálvsagt sjálvi avgerða hvat vit gera ella ikki. Men tá orsøkin til fólk halda seg aftur er nakað, sum vit kunnu gera nakað við, so má man tala. Í orsøkini av avlýsingini stóð soleiðis:


“Please note that due to a new amendment in the law on whaling at Faroer Islands and out of a sense of responsibility towards our crew and our guests, as well as for reasons of animal welfare,
AIDA Cruises has decided to cease approaching the Faeroe Islands until further notice.”.

 

Magni vísir, at her eru broytingarnar í grindalógini orsøk til at fólk ikki vilja koma hendan vegin.

– Vit hava tosa við hesi feløgini og tað er serliga fráboðarnar skyldan sum ørkymlar tey. Úttlendingar halda, at vit geva stórar bøtur ella fonglsusrevsing, um vit ikki boða frá. Tað er har løgfrøðingarnir hjá hesum útlendskum fyritøkunum siga at “trupulleikin” liggur. Tað er revsuhóttar vágin í lóggávuni, sum teir útlendsku veitarnir ikki kunnu átaka sær.

Hann vísir eisini á, at tey hava sett seg í samband við landsins mynduleikar um hetta. Men har verður tað bert sagt, at hava ferðafólk ikki hug at koma hendan vegin, so er tað teirra trupulleiki.

Magni er sera bersøgin í síni niðurstøðu:


– Hyggi eftir hesi lógini enn einaferð. Straffi tey hart, sum gera ónáðnir tá grind er, ja bannið tey úr Føroyum. Men man kann for hundan ikki fáa bót fyri ikki at fráboða…nei nei sjálvmál!, skrivar Magni Mouritsen at enda.