Fleiri føroyingar í finalum í Reykjavík

Í kappingini Meistaramót Reykjavíkur 2015, sum verður fyriskipað í Reykjavík hetta vikuskifti, hava fleiri føroyskir badmintonleikarar í dag spælt seg víðari í semifinalur og finalur. Tað frættist á fb-síðuni hjá Havnar Badmintonfelag.

Nú er fyrsti leikdagur farin afturum við einmansleiki og leikarnir hava spælt væl.

Í meistarabólkinum eru Benjamin Gunnarstein og Rannvá Carlsson komin í ávíkavist semifinalu og finalu, ið verða leiktar í morgin. Í A bólkinum eru Brynhild Carlsson og Sólfríð Hjørleifsdóttir komnar víðar i finaluna. Magnus Dal-Christiansen er somuleiðis komin víðari í semifinaluna.

Í morgin sunnudag verður byrjað við mix og double kl. 9.00. Semifinalur verða leiktar kl. 12 og finala kl. 14.30. Fylgjast kann við úrslitunum á hesi heimasíðu hjá kappingini.

Hermann Madur Omar dystast Omar fegnast Poulsen Rannva i dysti Rannva ketchar Rannva