FNU – Orkuútbygging og náttúruvernd

Fyrilestur við Andra Snær Magnasyni og almennur pallborðsfundur verður 31. august, kl. 17.00 til 19.00.

Í  sambandi við at árligi fundurin hjá norðurlendsku umhvørvisfelagsskapunum verður í Føroyum tann 30. – 31. august, skipar FNU fyri almennum tiltaki í Perluni um orkuframleiðslu og náttúruvernd.

Í  Føroyum eru vit í løtuni í gongd við stórar orkuútbyggingar, sum fara at hava stóra ávirkan á náttúru og umhvørvi. Samstundis er arbeiðið farið í gongd at smíða nýggja náttúruverndarlóg. Umráðandi er nú at seta  spurningin, hvussu tað ber til at sameina grønan orkupolitikk og náttúruvernd?
FNU hevur bjóðað Andra Snær Magnasyni – altjóða viðurkendur rithøvundur, umhvørvisaktivistur og forsetisvalevni í  Íslandi í 2016 – at byrja tiltakið við einum fyrilestri, eftir hetta verður alment pallborðskjak um náttúruvernd, tá ið tað snýr seg um orkuútbyggingar og orkupolitikk.