Føroya Tele velur sama veitara sum Vodafone

Kristian Davidsen og umboð fyri Huawei greiddu starvsfólkunum frá um 4G. (mynd: ft.fo)

Føroya Tele hevurí dag avdúkað, at tey nú hava valt júst sama veitara sum Vodafone, tá fyritøkan nú fer undir at leggja um til 4G.

Huawei, ið hevur veitt bæði 3G og 4G netið hjá Vodafone, verður nú nærum einaráðandi á føroyska telemarknaðinum, tí Føroya Tele nú skifta veitara. Huawei verður mett, sum ein av heimsins bestu veitarum, so óansæð, hvar føroyingar eru kundar, so kunnu teir nú vænta sera skjótt og gott internetsamband á fartelefonina.

Føroya Tele kundar mugu tó brynja seg við toli, tí teir fáa ikki 4G tøknina fyrr enn í heyst.