Føroyskt ger ikki búregg frægari

Búreggjapakkin við føroyskari innihaldslýsing. Mynd: Gastronomi í Føroyum

Í Facebook-bólkinum Gastronomi í Føroyum ger matserfrøðingurin Mortan í Hamrabyrgi vart við, at donsk fyritøka nú hevur fingið umsett sína innihaldslýsing av búreggum til føroyskt. Men samstundis staðfestir hann, at hetta ikki ger eggini – og korini hjá hønunum – eitt vet betri.

Gastronomi í Føroyum skrivar:

Altíð hugaligt at síggja innfluttar matvørur, ið eru innihaldslýstar á føroyskum máli. Men tá ið endamálið er at fáa føroyingar at keypa og eta fleiri búregg, so er tað beinleiðis ótespiligt.

Danska Hedegaarden-fyritøkan skrivar millum annað:

“Eggini verða vorpin av hønum, sum ganga í serstøkum búrúmum, sum hava reiður, vagl og sandbað, har hønurnar kunna skava og hvessa sínar kløur”

og aftur:

“Hønurnar ganga í smáum flokkum, har hvør høna í minsta lagi hevur 750 cm2 rørðsluøki. Tað kunnu vera 13 hønur pr. m2…”

At hesin sera ódámligi framleiðsluháttur (búrhøsn) verður marknaðarførdur á dárandi føroyskum máli, ger hann á ongan hátt betri. Tvørturímóti.