Fólkaflokkurin bløðir

Seinastu 24 tímarnar hevur Fólkaflokkurin mist tveir politikkarar, ið hava verið við til at mynda flokkin í nógv ár. Í gjár fór Rodmund Nielsen fyrrverandi borgarstjóri í Runavík og løgtingsmaður burturúr flokkinum og í dag fall ein bumba, tá Annika Olsen, ið var næst vald á Fólkaflokkslistanum fór úr flokkinum.

Meðan nógv verður gitt um, hvar Annika Olsen fer, nú hon er vorðin heimleys politiskt, so er Rodmund Nielsen greiður, hann sigur við in.fo, at hann fer ikki upp í nakran annan flokk. Rodmund fekk 197 atkvøður á løgtingsvalinum, og varð valdur nummar 10 í Fólkaflokkinum, við 6 valdum tinglimum, er ikki sannlíkt, at flokkurin fær tørv á honum sum eykamanni, uttan so, at flokkurin kemur í samgongu. Hetta týkist tó lítið sannlíkt, nú flokkurin einans hevur 5 tinglimir eftir.