Frá X factor-pallinum til stóra pallin í Kirkjubø

Nú kunnu tit gleða tykkum til stóra rockonsert saman við Jógvani Joensen úr Fuglafirði. Jógvan fer á pall í Kirkjubø við mannaðum bólki. Fuglfirðingurin, ið tók alla tjóðina á bóli, tá hann í vetur sannførandi vann sær annað plassið í donsku sangkappingini xfactor.

Nú er so tíðin búgvin til at ríka føroyingar og gestirnar við Múrin við tónleiki í heimsklassa. Á konsertini í Kirkjubø fer Jógvan at syngja egin løg, men hann lovar samstundis at tríva í kenda lagið ”Best Kept Secret”.

– Tá eg bleiv biðin um at spæla við Múrin, ivaðist eg ikki. Eg haldi, at tiltakið hóskar væl til mín tónleikastíl, og eg gleði meg at standa á stóra pallinum í Kirkjubø, sigur Jógvan Joensen.