“Fróðskaparsetrið betri umstøður”

Enn ein kvinna bjóðar seg fram á valevnislistanum hjá Framsókn.

Framsókn boðar í tíðindaskrivi frá, at 28 ára gamla Ása Hammershaimb Christiansen verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.

Ása, ið hevur eina dóttur, sum skjótt verður 2 ár, lesir Politikk og Umsiting á Fróðskaparsetur Føroya, har hon væntandi verður bachelor í summar. Eftir summarsteðgin er ætlanin at lesa master í løgfrøði á Setinum.

– Tað er neyðugt, at fleiri kvinnur tora at bjóða seg fram í politikki. At fáa kvinnur við í politikk, tekur Framsókn í stóran álvara – hetta sæst m.a. aftur á vallistanum ið er kynsjavnbýttur, sigur Ása.

– Framsókn rúmar sera væl tað, eg sjálv viriðsmeti. Javnrættindi fyri allir samfelagsbólkar, persónligt frælsi, liberalan vinnupolitikk – við sosialari ábyrgd. Sum lesandi í Føroyum er mítt hjartamál avgjørt at geva Fróðskaparsetur Føroyar betur umstøður, umframt at raðfesta lestraríbúðir høgt, tað hevur alstóran týdning fyri at fáa ungdóm at støðast í Føroyum.

– Framsókn er avgjørt mest framhugsandi flokkurin, ið ynskir at gera Føroyar til eitt nútíðar hóskandi samfelag, sigur Ása Hammersheimb Christiansen at enda.