Giza Hoyvík á odda í hálvleikinum

Liðið úr 3. bestu deildini er farið til hálvleik á odda 1-0 móti varameistarunum úr HB. 

Tað var sum ikki einaferð Ahmed Keita, ið legði Giza Hoyvík framum tíðliga í fyrra hálvleiki. Beint fyri hálvleik var aftur vandamikið frammanfyri HB málið, tá hoyvíkingar fingu horna, men skallarin var ófarligur. 

Annars hevur hálvleikurin verið eitt stórt HB trýst, ið tó ikki hevur givið úrslit. Giza Hoyvík hava tó tykst vandamiklir á kontra.