Giza Hoyvík bjóðar ókeypis venjing fyri børn

Mynd: Giza Hovík á Facebook

Giza Hoyvík hevur valt, at øll børn í ungdómsdeildini sleppa at venja ókeypis hetta kappingarár!

Aldursbólkarnir eita u6, sum er blanda gentur og dreingir, u8-gentur, u10-dreingir og u12 dreingir.

Venjingarnar eru á sparkivøllinum við skúlanum á Løgmannabreyt, og tá umstøðurnar ikki eru av teimum bestu, so hevur felagið valt, at øll børn, sum hava áhuga, at sparka eru vælkomin at royna seg uttan kostna ella binding. Tá kappingar eru, so fara vit, alt eftir undirtøku, at luttaka, og sjálvandi so øll børn sleppa at royna seg.

Komandi ár verður vónandi ein vøllur klárur í Hoyvík, so hetta er eitt upplagt høvið hjá hoyvíkingum at royna seg. Venjingartíðirnar eru at finna her.