Giza smurdi toftamenn av

Í góðveðrinum í gjár vóru toftamenn væl og viriliga settir uppá pláss av Giza/Hoyvík. Heili 7-0 gjørdist úrslitið, og endiliga var eydnan, kynisman og spæligleðin til staðar, skrivar Giza/Hoyvík á Facebook.
–  Tó skora vit ikki fyrr enn góðir hálvur tími er leiktur. Leikgongdin var skiftandi, annaðhvørt vit vandamiklir frameftir og dominerandi við bóltinum, ella toftamenn við dirigentstokkinum. Men eydnan var fyrsta strálan sum kagaði. Eitt trýst frá Tony í høgru endaði við at bólturin bleiv spældur aftur, har Keita var næstur at trýsta. Ein avlevering sum skuldi víðari í verjuketuna hjá teimum reyðu endaði við, at Keita heldur tilvildarliga rakti bóltin, og tá var málmaðurin longu ávegis at móttaka eina avlevering, sum fullkomiliga broytti kós. 1-0. 2-0 eitur støðan 6 minuttir seinni, tá Tony leggur bóltin innfyri, har ein Keita við fremri stong fær takkla sær bóltin, so bæði verjuleikari og máverji standa sum kánus. Aftur Keita 2-0. Totalt hepni, men í báðum førum søkja vit hepnið!

Hálvleiksstøðan eitur 2-0, og tað var kanska á einari leið. Vit vóru eitt vet betri enn toftamenn.

Seinni hálvleikur er sum dansur á rósum. 2-0 sigst vera vandamiklasta leiðsla, og tí fóru okkara eisini inn á vøllin fyri at drepa dystin. Bogi Hermansen er maðurin sum aftaná 50 min er komin framvið. 3-0. Nú svingar dysturin aftur eitt sindur, men hetta var nokk ein avleiðing av, at toftamenn høvdu tikið ein mann úr verjuna og lagt hann longur upp á vøllin. Nú vóru nógvir møguleikar frameftir, men eisini í okkara enda, vóru boð eftir debutantinum, Petur Meinhard Magnussen. Hann greiddi sína skyldu til UG, og tað var so at siga ongantíð heilt vandamikið.

Tað gongur tó eitt gott korter aftrat, áðrenn vit veruliga taka lívið úr dystinum. Aftur er málskjúttin Keita, sum hesuferð skeyt sítt 13. mál í kappingarárinum, 4-0. Ikki meira enn ein minutt seinni er aftur galið á Svangaskarði. Hesuferð er tað Elias, sum allan dystin á tamb tuskaði runt sentralt, sum var uppá spæl. 5-0!

10 minuttir seinni og 6-0. Bogi var enn einaferð komin framvið, og tað sær út til, at hann hevur funnið máltevið, sum meira enn einaferð komu til sjóndar seinasta kappingarár. Kærkomið og lat tað endiliga halda fram.

Nakrar minuttir inn í yvirtíðina verður seinasti fótur lagdur á verkið. Eftir trunkaspæl endar bólturin hjá einum øðrum debutanti, Evrard Blé, sum ísakaldur finnur pláss at leggja bóltin hegnisliga eftir jørð framvið málverjanum. 7-0!

Dysturin í dag gav eina ábending um, at her er eitt veldigt potentiali, sum vit í alt ov lítlan mun hava megnað at forloyst. Vit høvdu 3 nýggjar leikarar við á liðnum, og tað sást greitt, at allir hesir eru veldigir styrkir í stríðnum sum liggur fyri framman.

Í Leirvík ella Gøtu hevur Víkingur tvífaldað stigúrtøkuna hetta kappingarár, tá teir megnaðu at spæla javnt við TB, sum er okkara nærmastu kappingarneytar í uppflytingarstríðnum. Ein heilsan fer inn til teir ljósabláu. Hetta úrslitið hevur sostatt eisini við sær, at um vit vilja flyta upp, so kunnu vit seinastu 5 dystirnar avgera alt sjálvir. Næstseinasti dystur er í Trongisvági, og um tað er tann dagin, at slagið skal standa, so verður tað ein óhugnaliga spennandi dystur.

Komandi vikuskiftið er tað tó fuglfirðingar, sum skulu basast. ÍF sum í dag ikki megnaði at skava eitt lið saman, tá teir eftir ætlan skuldi spæla í Hvalba móti Royn. Hetta er somuleiðis aðru ferð í ár, og tað er stór skomm! Hetta eru 6 stig beinleiðis í skjáttuna hjá Royn, men tað sum er verri, er, at í Hvalba eru leikarar, sum ikki hava leikt í langa tíð. ÍF kemur at missa stig av hesum, og tað ger somuleiðis, at teir eru hektaðir av toppinum.

Eitt fótbóltsvikuskifti er av, 3 stig í skjáttuna, troyttir men ein nýggj vika fyri framman, tí stóra verkætlanin er verri enn so liðug. Ein uppgáva av mongum er úr hondum greitt. Gott vikuskifti víðari!

Liðið í dag:
Petur Meinhard Magnussen, Leivur Holm Joensen, Tróndur Arge, Magnar K. Vang, Jón Samuelsen, Tony Rasmussen, Evrard Blé, Bogi Hermansen, Elias Evensson, Jóannes Martin Johannesen , Ahmed Keita. Inn í seinna hálvleiki komu Yohan Andres Borðoy, Guttormur Patursson, Christian Vilhelm Jacobsen. Niklas Fríði Jacobsen sat á beinkinum, skrivar Giza/Hoyvík.