Góðkenning til at brúka rognkelsi sum reinsifisk

Luna hevur fingið góðkenning til at brúka rognkelsi sum reinifisk á Vestmannasundi.

 

Luna hevur fingið góðkenning til at brúka rognkelsi sum reinifisk á Vestmannasundi.

Umhvørvisstovan hevur hin 15. juni 2015 veitt P/F Luna ískoyti til umhvørvisgóðkenningina av alivirkseminum í Vestmanna. Ískoytið fevnir um nýtslu av rognkelsum sum reinsifisk, og er tað galdandi til 1. jan. 2017.


Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 17. juli 2015.