Gott føroyskt og spennandi útlendskt

Analogik

4 nøvn verða í dag kunngjørd at spæla á ársins G! Festivali. Hesi eru Analogik úr Danmark, Gluteus Maximus úr Íslandi og okkara egnu Eivør og Marius.

Bæði Eivør og Marius Ziska lata í hesi vikuni nýggjar útgávur úr hondum. Hetta eru útgávur, ið stórar vónir eru til bæði heima og úti.

Analogik er danskur bólkur, ið á heilt egnan hátt samansjóðar instrumentalan balkan tónleik við hiphop og swing-jazz. Teir hava sítt heilt egna ljóð, ið kennist aftur við fyrsta lurt.

Gluteus Maximus er ein elektroniskur bólkur úr Íslandi sum ferðast innan minimalan deep house tónleik.

Frammanundan er greitt, at tungmálmsrisarnir At The Gates og inniligi Teitur spæla á ársins festivali.

Fleiri nøvn verða kunngjørd hósdagin. Enn ber til at fáa atgongumerki til lægri prís.  Prísurin hækkar upp á 995 kr. mánadagin 2. marts.

G! Festivalurin verður 16., 17. og 18. juli.