Green IQ eigur ársins innovatión

Á tiltakinum hjá Íverksetarahúsinum í Spaniastovu í Klaksvík í gjár, gjørdist greitt, at allur heiður fór til fyritøkur við rót í Tórshavnar kommunu. Umframt Ársins Íverksetara havnardamuna Heiðu Nolsøe fekk eisini Green IQ heiðurin fyri ársins Innovatión.

Jógvan við Keldu, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík, og eisini hevur verið bæði tingmaður og landsstýrismaður, kunngjørdi, hvønn ið dómsnevndin hevði valt til Ársins Innovatión. Hesuferð fór heiðurin til Green IQ fyri at hava ment ein yvirflatuskimmara, teir longu høvdu, soleiðis at hann kann brúkast í alivinnuni.

Frammanundan hevur Green IQ ein oljuskimmara. Hann flýtur omaná skitnum vatni og reinsar olju burtur úr. Tá teir høvdu selt nakrar oljuskimmarar varð skotið upp fyri teimum, at sama hugskot kundi brúkast til at reinsa laksalús burtur, tá ið reinsað verur fyri laksalús. Tær flóta omaná eina løtu, og um tær ikki verða tiknar burtur, seta tær seg aftur á laksin.

Green IQ gjørdi av at royna at gera eina prototýpu. Bakkafrost vildi royna prototýpuna, og hon riggaði. Laksalúsin minkar um virðið á laksinum, so ein slík skipan kemur væl við.