Grønt ljós at leggja saman, karmarnir ikki klárir

Tá ið Mentamálaráðið góðtekur skundin hjá kommununum at leggja saman størstu fólkaskúlarnar í landinum, hóast væl vitandi um, at karmarnir ikki byrja at líkjast fyrr enn um nøkur ár, so skal arbeiðast væl og vísiliga, um samanleggingin ikki skal fáa námsfrøðiligar avleiðingar.

Námsfrøðiligt, fakligt støði og tóm lyfti
Í vikuni var áhugavert at lesa formannin í Føroya Lærarafelag, sum í samrøðu á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum tosar undir heitinum “Óðamannaverk at leggja skúlar saman í skundi”. Skjótt kom meira undrunarverda svarið frá landsstýrismanninum í mentamálum í greinini “Ógrundað gleps frá formanninum í Lærarafelagnum”.

Ógrundað hugsi eg ikki, at glepsini frá formanninum eru. Í vikuni komu t.d. lýsingarnar eftir lærarum til komandi skúlaár. Av 14 lærarastørvum, sum lýst eru leys í Klaksvík, er einki fast starv at søkja.

Upplagt er at hugsa, at Mentamálaráðið nú má varða seg fyri at seta lærarar í fast starv, tí komandi árini verða færri lærarastørv í Klaksvík. Um hetta er veruleiki, so kann júst tað føra til óhepnar námsfrøðiligar avleiðingar við færri tímum, færri lærarum og størri flokkum. Eins og tað kann geva færri størv í leiðsluni til heilar 800 næmingar.

Grundgevingarnar fyri at leggja skúlarnar saman vóru nógvar. Í allari tilgongdini dyrgdi ein stórur meiriluti við, at bæði næmingar og lærarar fingu nógv fleiri møguleikar við at leggja saman. Hetta kann gerast tóm lyfti, um grundarlagið í bæði tímajáttan og lærarastørvum ikki eru nøktandi. Hesi hava avgerandi týdning fyri skúladagin hjá næmingunum og fakliga støðið á skúlanum.

og 3. byggistig í leysum lofti
Skúlasamanleggingin í Klaksvík kann ikki gerast veruleiki viðvíkjandi hølum fyrr enn í 2018, tá 1. byggistig av trimum eftir ætlan stendur liðugt. Um skúlin skal hava nøktandi umstøður, eru tá tvey byggistig eftir, sum í dag hanga í leysum lofti. Tað er løgið, at landsstýrismaðurin góðtekur skundin í samanleggingini, tá ið karmarnir ikki byrja at líkjast fyrr enn um nøkur ár.

Eg skal ikki siga, hvat drívur verkið hjá kommununum at leggja skúlar saman, men tá ið formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað er óðamannaverk, at skúlar verða lagdir saman, áðrenn nýggi skúlabygningurin stendur klárur at taka í nýtslu, so eri eg púra samd. “Í besta føri er tað, sum er hent í Klaksvík og í Havn, óumhugsað, í ringasta føri skaðiligt”, sum formaðurin tekur til.

Heitt varð á landsstýrismannin at bíða
Eftir at Mentamálaráðið hevði góðkent tilmælið frá Klaksvíkar kommunu um samanleggingina, heittu lærararnir í Skúlanum við Ósánna so staðiliga á landsstýrismannin í mentamálum um at bíða við endaligu samanleggingini, so skúlin framhaldandi kundi virka eftir táverandi reglum og skyldum til 2018.

Tá ið landsstýrismaðurin í grein síni sigur, at Skúlin við Ósánna hevur havt rímiligar hølisumstøður, veit hann nógv betur. Hann er væl vitandi um, at skúlin er nýggjur og bygdur eftir ynski frá leiðslu og lærarum at hýsa innskúling, mið- og framhaldsdeild. Í allari tilgongdini varð víst á, at leiðsla og lærarar vóru nøgd við umstøðurnar og ynsktu, at nýggjur fult útbygdur skúli varð bygdur til hinar 400 næmingarnar í býnum.

Í sama brævi til landsstýrismannin dagfest 1. desember 2014 varð skrivað: “Í mong ár vóru umstøðurnar í Skúlanum við Ósánna sera vánaligar. Vit arbeiddu í fleiri bygningum, summir als ikki á skúlaøkinum, men eftir at Skúlin við Ósánna í 2011 stóð liðugt bygdur, hava vit fingið ein nýmótans, vælskipaðan, kreativan skúla. Júst hetta gleddi vit okkum til í fleiri ár, men nú hann endiliga er liðugur, óttast vit, at skúlin fer í upploysn.”

Í lagi at knúsa tað, sum virkar
Eisini varð í sama brævi tikið undir við formanninum í Føroya Lærarafelag, sum í grein á heimasíðu felagsins tá skrivaði: “Hóast eingin dugur at síggja tað skilagóða í eini samanlegging, so leingi skúlarnir húsast í fleiri bygningum á fleiri støðum, og meðan byggiætlanirnar enn liggja á tekniborðinum, so skulu samanleggingar trýstast at galda frá 1. januar í komandi ári”.

Landsstýrismaðurin heldur hinvegin, at formaðurin í Lærarafelagnum málar eina ræðumynd av framtíðini. Tí umsíðir hava kommunurnar tikið avgerð um at gera nakað við vánaligu støðuna, sum hevur verið.

Eftir øllum at døma heldur landsstýrismaðurin, eins og Klaksvíkar kommunan, tað vera í lagi at knúsa tað, sum virkar, uttan nakra vissu fyri væleydnað úrslit.

Arbeiðast væl og vísiliga
Landsstýrismaðurin sigur so elegant: “Mentamálaráðið hevur lovað, at samanleggingartilgongdin skal vera smidlig og trygg, tá ið tað viðvíkur tímajáttan til skúlarnar. Talan er um eina skiftistíð hjá samanløgdu skúlunum, sum tryggjar, at lærarar ikki verða sagdir úr starvi vegna tímajáttan, og at leiðslurnar fáa umstøður at skipa samanlagda virksemið á tryggari grund.”

Spurningurin er, hvat hendir eftir samanleggingartilgongdina. Hetta veit eingin, tí Mentamálaráðið hevur ongar royndir við fólkaskúlum við 800 næmingum, so hugsast kann, at hetta bara er byrjanin til færri tímar, færri lærarastørv og størri flokkar. Men hetta verður kanska eisini mett at vera, eins og útsøgnin hjá formanninum, ógrundað, ókonstruktivt og ósakligt.

Nei, hetta má takast í størri álvara, um arbeiðið skal eydnast til fulnar og endaliga samanleggingin skal vera eitt skilabetri skúlatilboð fyri næmingar og foreldur teirra, leiðslu og lærarar.

Tóra við Keldu
Læraraumboð í skúlastýrinum í Klaksvík