Hava gjørt falska Visit Faroe Islands síðu

Hvalaveiðumótstøðufólk hava gjørt eina Facebooksíðu, ið letst at umboða Føroyar, eina síðu, ið tey eisini lýsa við á Facebook, og sum fleiri føroyingar ivaleyst av misgáum longu hava “dámt”.

Screen Shot 2015-09-06 at 11.16.11 PMStríðið hjá Sea Shepherd og teirra líkum móti grindadrápi er áhaldandi, og Facebooksíðan, sum í skrivandi stund hevur 532 likes, er nýggjasta vápni.

M.a. verður skrivað á síðuni “Sjálvandi dámar okkum ikki drápini, okkum tørvar kjøtið fyri at yvirliva. Nei vit njóta als ikki veiðuna, blóðið og annað, nei vit blíva ikki græðir av drápinum”

Til ber at royna at fáa Facebook at lata síðuna aftur, við at melda hana fyri at lata sum um, hon er annað enn hon er.

Til ber at vitja síðuna her