Havn millum bíligastu høvuðsstaðar í Evropa

Ein íbúð á Heimasta Horni í Havn kostar slakar 1,9 mió. kr.

Húsaprísirnir í Tórshavn tykjast veruliga at hava tikið dik á seg higartil í ár, har fleiri sethús eru handlaði fyri meira enn 3 milliónir krónur. Tí hava røddir verið frammi, um bústaðarprísirnir hava fingið ov nógva ferð á. Er ein bústaðarbobla ávegis? Fyri at gera eina meting av hesum kann tað vera viðkomandi at samanbera við støðuna í høvuðsstøðunum í øðrum londum.

Børsen: Eingin bústaðarbobla í Danmark samanborið við onnur lond

Hesin spurningur hevur eisini fylt nógv í donsku miðlunum í síðstuni, har íbúðarprísirnir í Keypmannahavn hava verið vaksandi síðstu árini. Tí hevur Børsen gjørt eina samanbering av prísunum á 80 fermetrar stórum íbúðum í nógvum av høvuðsstøðunum í Evropa. Og her sæst, at íbúðarprísirnir eru meira enn tvífalt so høgir í Stokkhólmi og meira enn helmingin so høgir í Oslo í mun til Keypmannahavn.

Íbúðarprísirnir í høvuðsstøðum í Evropa og størstu donsku býunum. Kelda: Børsen
Íbúðarprísirnir í høvuðsstøðum í Evropa og størstu donsku býunum.
Kelda: Børsen

Íbúðarprísirnir í Havn fjórðhægst í ríkinum

Prísirnir á íbúðum í Keypmannahavn, Aarhus og Nuuk liggja væl omanfyri íbúðarprísirnar í Tórshavn. Í Havn kostar eitt nú ein 87 fermetrar stór íbúð úti á Heimasta Horni 1,87 milliónir krónur svarandi til ein fermetrarprís á 21.523 krónur. Umroknað til eina 80 fermetrar stóra íbúð svarar tað til 1,72 milliónir krónur.

Á listanum hjá Børsen hevði íbúðin í Havn sostatt ligið eftir Berlin men omanfyri Warszawa og Reykjavík. Í danska ríkinum hevði Nuuk ligið næst ovast við einum íbúðarprísi á 2,19 millónir krónur, sum er næstan ájavnt við tann í Aarhus við sínum 2,17 milliónum krónum.

Íbúðarprísirnir í Havn liggja sostatt sløk 30% undir teimum í Keypmannahavn og gott 20% undir íbúðarprísunum í Aarhus og Nuuk. Samanborið við Stokkhólm sær íbúðin í Havn enn bíligari út, tí her fært tú tríggjar íbúðir í Havn fyri somu upphædd, sum ein íbúð í svenska høvuðsstaðinum kostar.

Í Vesturevropa eru tað einans høvuðsstaðirnir Reykjavík, Lissabon og Athen, hvørs íbúðarprísir liggja lægri enn tann í føroyska høvuðsstaðinum.

Búskaparfrøðingur: Prísirnir nýtast ikki at vera eins

Við Børsen staðfestir búskaparfrøðingurin Lise Nytoft Bergmann, boligøkonom frá Nordea Kredit, at høgu íbúðarprísirnir í Stokkhólmi ikki nýtast at merkja, at prísirnir í Keypmannahavn eru lágir:

“Vit skulu minnast til, at høgu bústaðarprísirnir í Stokkhólmi ikki eru íkomnir eftir stuttari tíð. Tað hevur altíð verið soleiðis, at Stokkhólm hevur havt hægri prísir enn Keypmannahavn. Tí kann man ikki siga, at vit neyðturviliga fara at síggja prísirnir í Keypmannahavn innheinta teir í Stokkhólmi. Ella teir í Oslo.”

“Tað avhongur í stóran mun av øðrum viðurskiftum, sum eitt nú inntøkustøði hjá borgarunum. Týdning hava skattastigin og aðrar útreiðslur, sum eitt nú útreiðslur til bil, ið liggja væl hægri í Danmark enn í Svøríki” sigur búskaparfrøðingurin við Børsen.