Havnin 3 Eysturoyggin 1

Mynd: FSF.fo

Havnalið vóru í øllum fýra finalunum, ið vórðu spældar um vikuskiftið, og tá avtornaði vórðu 3 av 4 steypum verandi í Havn.

Nógv er skrivað um finalu ósigurin hjá B36 móti NSÍ, og vit skulu ikki vassa longur uppi í tí. Heldur kunnu vit staðfesta, at steypini hjá dreingjum, U14, U16 og U18 endaðu hjá HB.

Finalan um Cadbury steypið í aldursbólkinum U14, var eins og hjá monnum móti NSÍ. HB dreingirnir vóru knáir og vunnu ikki minnið enn 4-1 móti vespunum. Hetta varð eisini úrslitið hjá U18, har HB vann 4-1 á NSÍ og sostatt fór avstað við Thomas Dam Intersport steypinum..

Í aldursbólkinum U16 eitur steypið Blaðberarasteypið og eisini her vann HB, hesaferð 4-2 móti kí.