HB tekur ímóti lítlabeiggja

Milan Cimburovic (mynd: HB.fo)

Nýggi HB venjarin Milan Cimburovic fær í dag sín elddóp sum høvuðsvenjari, tá javnleiksliðið yvir øllum AB kemur á vitjan.

Hóast AB í síðstu viku fekk 10. javnleikin í ár, so er eingin ivi um, at bæði liðini hava tørv á einum sigri.

AB hevur trý stig upp til FC Suðuroy omanfyri niðurflytingarstrikuna, og HB er við gongdini seinastu tíðina enda í vanda fyri ikki at fáa evropeiskan fótbólt komandi ár. Tí skal gongdin vendast, og eftir, at Heðin Askham gavst er loysnin funnin innanhýsis.

Milan Cimburovic hevur havt ábyrgdina av ungdómsarbeiðinum hjá HB í nøkur ár, og er ein venjari, ið ynskir góðan skjótan offensivan fótbólt, men eisini ein venjari, ið krevur disiplin og innsats av sínum leikarum. Um hetta fer at eydnast við HB liðnum, ið hevur sæð sera óengagerað út seinastu tíðina, fáa vit at síggja í Gundadali í dag.