Heimsins minsti og vakrasti høvuðsstaður – VIDEO

Mortan Mortensen hevur tikið upp hesar óalmindiliga vøkru livandi myndir frá í erva av heimsins minsta og vakrasta høvuðsstaði – Tórshavn. Upptøkurnar eru gjørdar við dronuupptøkutólið, ið Mortan hevur snikkað til. Væl má sigast at vera komið burtur úr.

Á YouTube-kanalini hjá Mortan sæst eisini ein líknandi upptøka av Marknagilsdeplinum í gerð: Dronuupptøka av Marknagilsdeplinum.