Hetta er ein serlig uppgáva fyri okkum

Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon, er fegin um, at gongd nú kann setast á byggingina í miðbýnum. 

Fyrsta byggingin í nýggja miðbýnum á Sandinum í Klaksvík fer nú í gongd. Byggifyritøkan Kanjon skal gera arbeiðið, og herfyri skrivaðu Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, Andras Róin, stjóri í Bústaðir, og Kjartan Hansen, stjóri í Byggifelagnum Kanjon, undir endaliga sáttmálan.

 

Byggitíðarskeiðið er sett til 2 ár. Sostatt kann væntast, at byggingin stendur liðug á sumri 2017.

– Tilgongdin til nýggja miðbýin hevur verið long, men hon hevur eisini havt sera stóran týdning og hevur skapt eitt gott grundarlag fyri verkætlanini, sigur Kjartan Hansen.

Dagin eftir undirskrivingina fór Kanjon í gongd við at fyrireika og umbiða ymiskt, ið skal brúkast í samband við byggingina.

 

– Hetta er tann størsta einstaka verkætlanin, sum vit hava staðið fyri, og tí er nógv at leggja til rættis. Vit vænta, at byggiplássið kemur so spakuliga at taka skap tær næstu vikurnar, og tá ið vit koma inn í august mánað, koma sjónligu broytingarnar á økinum at síggjast, sigur Kjartan Hansen.

 

– Verkætlanin er serlig fyri okkum, tí hetta er startskotið til komandi miðbýin, og byggingin kemur helst at verða grundarsteinurin undir menningini av øllum økinum, sum hevur ligið órørt í longri tíð, sigur hann.