Hevur tú hug at duga vektlyfting?

Í mars verður skeið í vektlyfting í Tvørmegi.

Styrki- og kropsrørslurnar innan vektlyfting geva øllum vælveru og stimbra heilsuna. Bæði hjá teimum ambitiøsu innan ítrótt og fólki annars. Nú skipar CrossFit miðstøðin Tvørmegi í Tórshavn fyri einum skeiðsvikuskifti tann 14.-15. mars við denti á at at læra at lyfta vektir.

Skeiðsvikuskiftið í Tvørmegi leggur seg júst eftir hesum. Fryst læra luttakararnir grundrørslurnar. Síðani verður miða eftir, at luttakarin skal læra at fremja altjóða OL-lyftini á rættan hátt. Við hesum kunnleika, gerst venjingin hjá tí einstaka tryggari og munadyggari.

Dagarnir enda við, at øll fremja eina CrossFit Workout Of the Day saman. Dugnaligu venjararnir eru við allan vegin fyri at tryggja tær bestu frálæruna.

Nærri fæst at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá Tvørmegi.