Hilbert Elisson stillar upp fyri Javnaðarflokkin

Á uppstillingarfundi til løgtingsvalið hjá Norðstreymoyar Javnaðarfelag varð gjørt av, at Hilbert Elisson úr Vestmanna verður nýggja valevnið hjá Javnaðarflokkinum í Norðstreymoy, eftir at Hans Pauli Strøm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður ikki stillar uppaftur.

Hilbert Elisson er 44 ára gamal, byggifrøðingur og arbeiðir sum verkætlanarleiðari í byggideildini hjá Landsverki. Hann stillaði fyrstu ferð upp til seinasta kommunuval og varð valdur í bygdarráðið, har hann er formaður í teknisku nevnd umframt limur í fíggjar- og havnanevnd. Uppstillingin til bygdarráðið í Vestmanna er ikki í flokspolitsikum listum. Nú Hilbert stillar upp fyri Javnaðarflokkin, er tað eisini fyrstu ferð hann stillar upp til løgtingsval.

Hilbert er í allar mátar ein virkin maður, og hesa tíðina er hann javnan á súkkluni og venur langar teinar á vegunum til tann harða súkklutúrin til París í summar við Team Rynkeby. Hetta er eitt norðurlendskt vælgerðar súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra.