Húsasølan hækkar í Havnini og lækkar á bygd

Sambært heimasíðuni hjá Skyn so seldi meklarafyritøkan ikki færri enn 12 hús í Havn í mars. Tað er 6 ferð so nógv hús sum í mars í fjør, tá sølan var sera lág.

Bert tvey hús vóru seld tá, og tað er munandi minnið enn undanfarin ár, í 2013 vóru fimm seld og í 2012 vóru 7 seld í Havn.

Um restina av landinum var annars ikki so nógvur vøkstur, bert í Suðuroynni har tvey hús vórðu seld og í Vágoynni har eitt varð selt í mun til einki hús í fjør, var vøkstu. Meðan bæði í Norðurstreymoy og Eysturoynni var sølan lækkað í mars.

Verður hugt at søluni fyri allan fyrsta árfjórðing. So sæðst enn greiðari, at tað er í Havnini, at áhugin fyri at keypa hús er størstur. Tí Havnin eigur allan vøksturin í sethúsasølum. Í fjør vóru seldar 17 ognir fyrsta ársfjórðing, meðan talið í ár er 31 ognir. Hetta eru 14 ognir fleiri.

Samlaða sølan fyri landið fyrsta ársfjórðing í fjør var 40 ognir, og í ár er sølan 51 ognir. Hetta eru 11 ognir fleiri, og tað vísir altso eina afturgongd uppá 3 ognir uttanfyri Havnina.