Hvussu høgt hoppar Rói?

Rói Agnarsson er venjari í Tvørmegi í Tórshavn. Mynd: Instagram kontan hjá Tvørmegi

Ber tað yvirhøvir til at hoppa 130 sentimetrar í einum lopi? Svarið fæst við at klikkja á video’ina niðanfyri á Instagram kontuni hjá Tvørmegi, sum er einasta crossfit miðstøð í Føroyum. Tað er Rói Agnarsson, ið ger eina roynd at hoppa so høgt. Rói er fastur venjari í Tvørmegi í Tórshavn.

At venja crossfit er sambært eitt nú New York Times ein tann skjótast vaksandi venjingardisiplinin. Crossfit venjing er eitt slag av fitness venjing uttan maskinur, har luttakararnir í staðin fyri brúka sín egna kropp sum tól. Ein av stóru fyrimununum við crossfit í mun til aðrar fitness venjingarhættir sigst vera kenslan av felagsskapi, tí her eru venjingarnar vanliga í størri bólkum við venjara. Og kagar ein inn í Instagram kontuna hjá Tvørmegi í Tórshavn fæst váttan fyri hesum tankanum um eitt ‘community’.

Tórsportalurin hevur áður skrivað grein um Tvørmegi.

Rói's #high #boxjump #130cm #crossfit #pr #faroeislnds

A video posted by Tvørmegi CrossFit (@tvormegicrossfit) on