Í havsneyð við Hoyvíkshólm

Fyrrapartin í morgun fekk løgreglan fráboðan frá einum báti, um at hann var steðgaður upp tætt við Hoyvíkshólm.

Báturin, ið var á veg úr Havn til Eiðis var steðgaður upp, og fekk ikki gongd aftur í motorin. Bjargingarbáturin Lív varð sendur til bátin, men tá LÍV kom til bátin eydnaðist tað, manninum, ið var umborð at fáa gongd aftur í motorin, og kundi tí sigla víðari við egnari megi.