Jakob Bro og amerikanskum jazzlegendum í Norðurlandahúsinum

Sunnukvøldið 10 mai, kl. 19.00  verður ein sera forkunnug konsert í Norðurlandahúsinum. Talan er um garvaðar tónleikarar í heimsflokki og ein hin fremsta danska tónasmiðjin, Jakob Bro, sum í 2014 varð tilnevndur Norðurlensku Tónlistavirðislønina í 2014.
Í bólkinum hjá Jakob Bro er 87 ára gamli saxofonleikarin, Lee Konitz, legendariski guitaleikarin Bill Frisell og bassinum Thomas Morgan, sum hevur arbeitt nógv saman við Jako Bro, seinastu árini .
Í 2009 gav Jakob Bro og orkestrið út plátuna “Balladeering” og síðan kom plátan “TIME” í 2011 og tann seinasta við hesum bólkinum var plátan, “December Song” sum kom  í 2013
Á the Balladeering Tour er eisini eitt filmslið, sum telur 6 fólk. Á liðnum er m.a. kendi danski  sjónvarpsverturin og rithøvundurin,  Jørgen Leth.
Ljóðtøknikur er tann høgvt virðismetta Claudia Engelhart. Claudia hevur arbeitt nógv saman við Bill Frisell seinnu árini og tað heldur ikki ofta at vit hitta kvinnur sum eru ljóðteknikkarar í  Føroyum. Claudia hevur ljóðblanda stór nøvn sum t.d. Elvis Costello, David Byrne, Allan Toussaint, Mose Allison, Bettye Lavette, Billy Bragg, Buddy Miller, Rickie Lee Jones o.o.
Summi hava undrast yvir, hvussu  tað ber til at fáa eitt stórt útlendskt navn at koma til Føroya og at atgongumerkini einans kostar 100 kr. Forkláringin er tann at Jakob Bro og orkestrið hava fingið norðurlendskan stuðul til hesa  konsertferðina, ið umfatar londini Danmark, Grønland, Ísland, Noregi og Føroyar.