Jamie Woon kínur oyru á G!

Við enska Jamie Woon hevur G! Festivalurin tryggja sínum gestum eina framúrskarandi tónleikauppliving. Lurtaravinaraligi tónleikurin kínur fyri oyrunum.

Mánakvøldið fer prísurin á atgongumerkjum upp. Til ber at keypa atgongumerki á gfestival.fo

Fløgan hjá honum ’Mirrorwriting, ið kom út í 2011 er vorðin ein gimsteinur innan soul/r’n’b tónleik. Hon fekk bæði góð ummæli og sølutøl, og lagið Night Air vann honum nógvar fjepparar.

Hann er sera eyðkendur fyri sín tónleik, ið samansjóðar frumevnir úr blues og bretskum garage tónleiki við sveimandi singer/songwriter og r’n’b. Jamie Woon er eitt av teim stóru útlendsku nøvnunum ið koma at framføra á G! Festivalinum 2015.

Tað eru serliga lutir úr blues og dubstep, ið fáa útgávuna ’Mirrorwriting’ til at stinga burturúr øðrum útgávum innan soul og r’n’b. Samstundis hevur Jamie Woon eina rødd ið dregur lurtaran út í ein nýggjan og sveimandi heim, har løgini festa seg í títt minni og verða hangandi har sum mjúkir firvaldar.

Í lagnum ’Night Air’ kemur ljóðið hjá vælkenda dubstep snillinginum og co-framleiðarunum – Burial – serliga fram. Hetta letur samstundis eisini sera nógv upp til, at ljóðmyndin í fløguni oftani liggur og sveimar undir teimum djúpu frekvensunum við røddini hjá Jamie omanyvur. Sjálvur sigur Jamie Woon, at hann dámar sera væl blandingina av lofthavshválvandi blues & bass tónleiki.

Hoyr Jamie Woon hóskvøldið 16. juli á G! Festivalinum.