Johan Dahl skift nevndina í Føroya Tele út

Ómar Svavarsson, fyrrverandi forstjóri í Vodafone, er nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele. Mynd: Nasdaq OMX Ísland, tá Vodafone bleiv børsskrásett fyri nøkrum árum síðani.

Stór útskifting hevur verið í nevndini fyri Føroya Tele, sum er vald á aðalfundinum í dag. Johan Dahl, vinnumálaráðharri velur árliga fýra nevndarlimir á aðalfundinum, meðan starvsfólkini velja trý umboð, sum standa fyri vali fjórða hvørt ár.

Formaðurin seinnu árini, Klaus Pedersen, tók ikki við afturvali, nú hann nýliga er settur sum fíggjarstjóri á NETS. Jóhannus Egholm Hansen og Fanny Petersen, sum øll eru vald av landsstýrinum, fóru eisini úr nevndini. At upplýst verður at formaðurin hevur tikið seg úr nevndini, meðan hini bæði eru farin úr nevndini, kann ikki tulkast øðrvísi enn, at tvey bæði ynsktu at halda áfram, men blivu frávald av landsstýrismanninum.

Harumframt hava starvsfólkini í ár valt nýggj umboð í nevndina fyri Ullu Stenberg, Christian Joensen og Janus Djurhuus.

Nevndin í Føroya Tele er nú mannað soleiðis: Ómar Svavarsson, Ólavur Ellefsen, Gloria Kalsø og Annbritt Klausen, sum eru vald av landsstýrinum. Ólavur Simonsen, Poul Poulsen og Osvald Joensen eru núvaldir nevndarlimir fyri starvsfólkini. Annbritt Klausen er sostatt einasti nevndarlimur, ið heldur áfram. Annbritt starvast sum headhuntari hjá stóru donsku headhuntarafyritøkuni Amrop.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Ómari Svavarssyni sum formanni og Gloriu Kalsø sum næstformanni. Ómar Svavarsson er millum annað fyrrverandi forstjóri í Vodafone í Íslandi og sat í nógv ár í nevndini fyri P/F Kall í Føroyum.

Í sambandi við roknskaparkunngerðina hjá Vodafone í fjør bleiv upplýst, at Ómar Svarsonur fekk eina uppsagnarløn svarandi til 2,4 milliónir føroyskar krónur, tá hann fór frá sum forstjóri í Vodafone. Nú hevur hann fingið ein av best løntu almennu nevndarsessunum í Føroyum.