Johan Dahl talar at

Johan Dahl boðaði herfyri frá, at hann ikki stillar uppaftur á komandi vali, og frælsið at ikki skula tekkjast øllum, kemur nú til sjóndar. Á Facebook talar Vinnumálaráðharrin at teimum, ið hava verið ógvislig í orð og tal um flóttafólk seinastu dagarnar:

“Orðalagi / mátin, sum tosað verður um flóttar uppá, er ikki i lagi, og tær niðrandi viðmerkingarnir til tey sum ikki hava eina “neiliga” meining um hetta trupla mál hoyra ikki heima i ein landið sum sigur seg verða kristi og vilja hjálpa. Lat okkum ikki verða lika ring og fordømandi sum tey sum fremja illgerðirnar, men visa menniskjaligheit.
Vit kunnu verða ósamd um mátan vit hjálpa uppá, um hvørt flóttar skulu til Føroyar ella ikki, – ella hjálpin skal veitast á annan hátt enn hús- og friðskjól hjá okkum. Hetta er ein stór avbjóðing sum i skrivandi løtu verður kannað og lýst nágreiniliga, hvørt vit yvirhøvur eru før fyri at takað imóti flóttum ella ei, og hvussu vit annars kunnu verða við til at hjálpa. Endaliga avgerðin, hvørt vit skulu taka imóti flóttum til Føroyar, er ein politisk avgerð, sum ikki er tikin og verður neyvan tikin fyrrenn ein breið politisk støða er hesum viðvikjandi.

Páskini eru í hond og farið eg at enda við at ynska tykkum øllum eini góð páskir og minnist tann sum bað okkum verða fyrigevandi, hava hjartalag og hjálpa teimum neyðstøddu og visa næstrakærleika og virðing hvør móti ørðum.”